Bygnaðarbroytingar í Klaksvíkar Kommunu

Klaksvíkar Kommuna hevur í ár arbeitt við, hvussu tænastustøði til borgarar, vinnulív, mentanarlív, stovnar og aðrar áhugabólkar hjá kommununi kann betrast.

Í hesum sambandi hava verandi býráð og leiðsla arbeitt við, hvussu ein framtíðar bygnaður kann skipast. Býráðið samtykti í gjár, at fremja bygnaðarbroytingar í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu.

Nýggi bygnaðurin verður skipaður undir leiðslu av kommunustjóra, vinnu- og mentanarstjóra, trivnaðarstjóra og tekniskum stjóra.

Í nýggja bygnaðinum eru toymisleiðsla og toymissamstarv lyklaorð, og hesin arbeiðsháttur skal tryggja eina skynsama og samstundis skjóta avgreiðslu.

Kommunustjórin stjórnar leiðslutoyminum og hevur m.a. ábyrgdina av fíggjarligum- og starvsfólkaviðurskiftum. Vinnu- og mentanarstjórin hevur ábyrgdina av vinnu- og mentanarøkinum, her eisini at menna samstarv millum vinnu og mentan. Trivnaðarstjórin hevur ábyrgdina av børnum og ungum og sosiala økinum. Tekniski stjórin hevur ábyrgdina av tekniska økinum og býarplanlegging.

Kommunan fer í næstum at manna postarnar í mun til teir førleikar, sum býráðið, saman við leiðsluni í kommununi, hevur stungið út í kortið. Nýggi bygnaðurin verður settur í verk, samstundis sum nýtt býráð tekur við, tann 1. januar 2013.