Tíðindaskriv frá Tilhaldinum
??????????????????????
Sameindu Tjóðir lýstu árið 1999 at vera ár teirra gomlu. Í hesum sambandi var eisini her á landi gjørt rættiliga nógv burtur úr hesum tiltaki. Endamálið var at skapa betri fatan í samfelagnum fyri teimum avbjóðingum, sum tann vaksandi bólkurin av fólki, ið farin er um pensjónsaldurin, setur bæði samfelagið og til tey sjálv.
Somuleiðis samtykti sosiala nevnd hjá kommununi í 1996 at seta ein arbeiðsbólk, hvørs arbeiðssetningur var at koma við uppskoti um, hvønn eldrapolitikk kommunan eigur at føra. Og í sambandi við »Altjóða eldraárið« 1999, kom so »Eldraálitið« hjá Tórshavnar kommunu.
Í oktober 2000 setti landsstýrismaðurin í almannamálum ein arbeiðsbólk at gera eina lýsing og meting av eldraøkinum. Í 2002 kom úrslitið av arbeiðinum. Álit um eldraøkið.
Politiski málsetningurin í álitinum er við grundarlagnum í meginreglunum hjá ST. Høvuðsboðskapurin hjá ST er, at øll lond eiga at stremba eftir einum samfelag fyri allar aldursbólkar. ST áleggur heimsins stjórnum at taka niðan fyri standandi meginreglur til eftirtektar og gera tær til lógarfestan part av almannapolitikkinum skjótast til ber. Rættur teirra gomlu er í høvuðsheitum: Sjálvbjargni, luttøku, umsorgan, menning og sjálvsvirði (sjá fylgiskjal).
Hesi seinnu árini er talið á fólkum yvir 65 ár vaksið í stórum, og livitíðin gerst longri og longri. Stundum hoyra vit henda aldursbólk umtalaðan sum eitt vandamál í samfelagnum. Hetta man helst koma av, at útreiðslurnar til eldraøkið eru skjótt vaksandi, tað veri seg til pensjónir, ellis- og røktarheim, sjúkraviðgerð, heimahjálp o.s.fr. Hendan myndin gongur aftur í øllum tí framkomna Vesturheiminum.
Tað er væl skiljandi, at tess fleiri røktarkrevjandi fólk, ið verða, tess størri gerast útreiðslurnar fyri samfelagið bæði til røktarheimspláss og til rakstur av heilsuverkinum. Orsøkirnar til, at fólk gerast óhjálpin kunnu vera so mangar. Ein av teimum eru tær sjúkurnar, sum standast av vælferðarliviháttinum.
Tilhaldið í Havn er eitt av teimum støðunum, har roynt verður at gera teimum gomlu ein møguleika fyri at fáa eitt ríkari innihald í gerandisdagin, eftir at tey eru farin út av arbeiðsmarknaðinum. Við meginreglunum hjá ST í huga, fer Tilhaldið undir átakið »Ábyrgd fyri egnari heilsu 2004«.
Vit hava heitt á átta fólk, sum í sínum starvi hava serligar førleikar fyri at lýsa hetta evnið hvør út frá sínum sjónarhorni. Á hendan hátt vóna vit at hava sett eitt orðaskifti í gongd, summ kann vera við til at motivera gomul eins væl og yngri til at umhugsa sín livihátt og gera sítt til, at fáa ein so heilsugóðan aldurdóm sum gjørligt.
Fyrsta tiltakið verður í Tilhaldinum í Tórsgøtu, týsdagin 24. feb. 2004 kl. 14.00. Tá fer Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er føðslu- og húshaldsfrøðingur og leiðari á Húshaldsskúla Føroya at geva sítt boð uppá, hvat vit sjálvi kunnu gera fyri at varðveita eina góða heilsu.
Øll eru hjartaliga vælkomin.