Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið
----
Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska eiga fakligu krøvini til almenna fyrisiting at vera størri og strang–ari enn í størri samfeløgum. Hetta sigur Løgtings Umboðsmaður í aktuellari grein. Orsøkin er, at tann skaði, sum ein lítil og fáment fyrisiting kann gera í einum lítlum samfelag, kann vera munandi meira víðfevndur, enn í einum størri samfelag, har valdsbýtið er breiðari og har tað eru fleiri fólk tøk at varða av almennu fyrisitingini.
Hon sigur, at tað tí er av ovurstórum týdningi fyri rættartrygdina og rættarkensluna hjá fólki,at almennir myndugleikar eru tilvitaðir um støðuna og gera sítt ítasta til at halda fyrsitingarligar reglur, so álitið hjá borgarunum á myndugleikarnar ikki verður undirgrivið.
Eg haldi, at tað avgjørt gongur rætta vegin á hesum økinum í Føroyum. Bæði myndugleikar sjálvir og borgarar seta alsamt størri krøv til fyrisitingina um at skipa mannagongdir og lýsa við teimum, at skjalprógva sínar avgerðir og yvirhøvur at hava nógv størri gjøgnumskygni. Kærumøguleikar verða ásettir og rímiliga dúgliga brúktir. Ein kæra verður ikki longur sædd sum eitt fornermilisi móti fyrisitingini, men sum ein rættur hjá borgarunum og ein góður máti at royna, um skipanirnar virka.
Vit hava seinnu árini eisini sæð, at tað er vorið alt meira vanligt, at stjórar og leiðarar á ymsum stigum verða koyrdir til hús, tá arbeiðsgevarin ikki heldur, at viðkomandi røkir sína uppgávu nøktandi. Hetta var næstan óhoyrt fyri 15 árum síðani.
Hetta er í fínasta lagi, so leingi tey, sum senda stjórarnar til hús, eisini kunnu og vilja standa til svars fyri hesi avgerðini. Er onkur uppsagdur av órøttum, hava vit møguleika at fáa rættin at taka støðu til tann spurningin.
Vit koma út í eina nakað truplari grásonu, tá tað snýr seg um at sekkja stjórar, tí arbeiðsgevarin ikki longri hevur álit á viðkomandi. Tað er munin truplari at skilmarka, nær álitið er so skalað, at ikki kann haldast fram. Fíggjarliga plástrið á sárið, gylta lógvatakið – sum tó sjáldan er serliga gylt í Føroyum, er eitt slag av skaðabót, sum verður góðtikið sum ein uppgerð av endaða samstarvinum.
Politisku leiðararnir eru teir, sum í øllum førum sjónligast hava mist álit á stjórar seinastuni tíðina og hava gjørt avtalu við fleiri um at fara til hús uttan størri hóvasták. Hóast spurnartekin eru sett við onkra av hesum avtalum, so tykjast partarnir samdir um, at hetta eru spælireglurnar og so endar tann søgan.
Ein skuldi trúð, at somu ella strangari krøv um álit vóru sett politisku leiðarunum. Vanligt er, at jú longri upp í skipanina tú kemur, jú minni slingur í valsinum skal til, áðrenn krakkurin fer at ridla. Og summa staðni sær tað út til, at politiska skipanin er tilvitað um, at tað er ikki heppið fyri skipanina, um ov nógv spurnartekin verða sett við embætisførsluna. Í Danmark eru fleiri ráðharrar farnir frá síðsta árið av ymsum orsøkum, onkur tí ivi hevur verið sáddur um teirra embætisførslu, uttan at tað eru almenn skjalprógv fyri hesum.
Í Føroyum skal tað hinvegin væl meira til, áðrenn politiskir leiðarar noyðast at pakka saman orsakað av iva og misáliti. Løgtingið, sum vegna veljaran er evsti arbeiðsgevarin, er langt frá so erkvisið við løgmann og landsstýrisfólk, sum teir eru við stjórarnar undir sær. Og fer eitt landsstýrisfólk frá, so er tað ofta treyðugt - og eitt trivaligt gylt lógvatak er ikki nóg mikið til, at hetta hendir í tí stilla.