Ábyrgdarloysisins ABC

Ólógliga meirnýtslan hjá Hans Paula Strøm svarar til, at ein danskur ráðharri hevði brúkt 25 milliardir krónur í heimildarloysi. Men hann og aðalstjóri hansara geva nú øllum øðrum ábyrgdina fyri síni egnu lógarbrot og fíra ikki fyri at villleiða almenningin

Fólk eru kanska loksins við at fáa fatan av, hvussu ábyrgdarleys ABC-samgongan hevur verið og aftur er í føroyskum politikki. Har er onki mál yvirhøvur hjá hesum politisku flokkum – uttan at einstaklingar skulu sita á sínum landsstýrissessum og gera tilvildarligar rossahandlar fyri seg sjálvar. Og øll stýring, ábyrgd og moralur eru kastað fyri borð. Um onkur kann vísa á bara eitt greitt politiskt mál hjá ABC-landsstýrinum, so er tað eitt bragd í sjálvum sær.

 

Staðiliga ávísingin av hesum veruleika gjøgnum 5 ár, hevur verið skúgvað til viks sum tjóðveldisgabb. Men nú hava so bæði Landsgrannskoðanin, Løgtingsgrannskoðararnir og landsstýrismálanevndin endaliga staðfest, at Hans Pauli Strøm hevur nýtt 170 milliónir í heimildarloysi og hevur brotið stýrisskipanarlógina og fleiri aðrar lógir. Og hetta hóast hann hevur fingið allar tær játtanir og eykajáttanir, hann hevur biðið um. Ongin hevur fingið nakað burturúr hesum ólogliga oyðsli, og talan er ikki um eingangsútreiðslu, men pengarnir telja hvørt ár sum økt útreiðsla.

 

Ábyrgdin altíð kollektiv – heiðurin persónligur

Hendan ólógliga meirnýtslan svarar til, at ein danskur ráðharri hevði nýtt einar 25 milliardir krónur í heimildarloysi. Neyvan hevði hann sitið meira enn 5 sekund eftir, at tað varð staðfest frá

 

Men hvat gera Hans Pauli og samgonguflokkarnir? Jú, hann og hansara aðalstjóri senda boð um, at øll onnur landsstýrisfólk eru líka ring. Enntá skal støðan hava verið líka ring aftur til 1997, vilja teir vera við. Og so skal talan vera um eina politiska forfylging frá Tjóðveldinum móti Hans Paula Strøm. Eg meini tað...

 

Hetta er ikki bara ússalig undanførsla og ábyrgdarundanstøkking. Hetta er eisini dømi um skipaða ábyrgdarloysið hjá ABC-flokkunum, har ábyrgdin av mistøkum og ólógligheitum altíð skal gerast kollektiv og spjaðast út á alt fólkið – meðan heiðurin av onkrum, sum kann síggja væl út, altíð skal verða persónlig hjá tí einstaka landsstýrisfólkinum.

 

Skil var á fram til ABC

At Hans Pauli og hansara aðalstjóri ikki fíra fyri at villleiða almenningin fyri at bjarga sær sjálvum, ger ikki støðuna betri. At smávegis meirnýtslur hava verið hjá ymsum stovnum, er sjálvsagt komið fyri á hvørjum ári. Men undir fullveldislandsstýrinum vórðu greiðar politiskar atgerðir og avleiðingar tiknar av slíkum málum um ólógliga meirnýtslu. Ikki færri enn tvey landsstýrisfólk løgdu frá sær sjálvboðin, orsakað av óheimilaðari nýtslu, og minst ein stovnsleiðari fekk skrivliga ávaring av somu orsøk. Og hetta var fyri eitt-siffraðar milliónaupphæddir. Tað er alt próvfast, og varð viðgjørt væl og virðiliga alment.

 

At tað eisini hevði stóra ávirkan og skil fekst á, sæst á tølunum frá Løgtingsgrannskoðarunum, sum eru almenn og sett upp av Landsgrannskoðanini. Tey verða endurgivin her úr løgtingsmáli nr. 72/2008. Tey prógva, at ábyrgdarloysisins ABC byrjaði, tá fullveldissamgongan slitnaði, við Hans Paula Strøm sum fremsta manni at nýta pening ólógliga. Og við núverandi fíggjarmálaráðharra sum tí løgmanni, ið sambært lóg hevur skyldu at halda eftirlit við, at landsstýrisfólk fyrisita lógliga.