Byrger Heinesen 75 ár

Í dag, mánadagin 11. september, verður Byrger Heinesen í Klaksvík 75 ár.
Byrger var í mong ár skipari á Pride og seinni á Ternuni.

                      Foreldrini vóru bæði úr Kunoy, men Byrger er klaksvíkingur. Mamman var Byrghild fødd Dam, og pápin var Jákup Andrias Heinesen. Tey búðu niðri í Vági.
Mamman doyði nakrar fáar mánaðir eftir, at Byrger var føddur. Jákup Andrias giftist upp aftur í 1938 við Fridu fødd Nielsen og ættað úr Vatnsoyrum. Í seinnu giftu vóru fýra børn  Maria Marstein, Jacobina Hansen, Jórun Jensen og Pauli Heinesen. Tey búgva øll í Klaksvík.
                      Byrger fór ungur til skips. Hann sigldi eitt nú við skonnartunum Polo og Liljuni og við trolarum hjá Kjølbro. Á vári í 1952 leyk hann seturskiparaprógv á Klaksvíkar Sjómansskúla, og á vári í 1960 leyk hann longdina. Skúlagongdin var í Klaksvík, og próvtøkan í Havnini.
                      Pápi Byrger, Jákup Andrias, var í mong ár skipari á Britons Pride og seinni Pride. Skipini sigldu á farleiðini millum Klaksvík og Havnina og eisini á øðrum farleiðum. Kjølbro átti skipini og rak ruturnar, inntil tað almenna keypti Pride og yvirtók farleiðirnar. Byrger var stýrimaður og seinni skipari á Pride.
Tá ið tað almenna yvirtók farleiðina um Leirvíksfjørð, og Ternan varð keypt úr Týsklandi í november 1970, flutti Byrger á hesa farleiðina, har hann varð skipari mesta partin av sjeyti árunum.
Meðan ferjulegan varð gjørd í Leirvík, sigldu teir til Fuglafirðar, og síðani sigldu teir til Leirvíkar. Tað var um hetta mundið, at bilflutningurin um Leirvíksfjørð rættuliga tók dyk á seg.
Byrger var givin at sigla nakað frammanundan, at nýggja Ternan kom í 1980. Í 1976 hevði hann saman við soninum latið byggjað Esso støð á Biskupsstøð. Umframt bensinpumpu og sølubúð høvdu teir verkstað, sum sonurin hevði ábyrgdina av.
Byrger hevði støðina á Biskupsstøð inntil í 1992. Sonurin hevur seinni bygt bilverkstað í Klingrugarði. Har hevur Byrger bókhaldið, og hann gongur framvegis eins høgt upp í arbeiðið, sum hann altíð hevur gjørt.
Byrger giftist í 1954 Selmu fødd Samuelsen og ættað av Vágsheygnum. Foreldur hennara vóru Oluffa, sum var ættað av Viðareiði, og Sámal Samuelsen, nevndur Sámal í Leirvík. Selma og Byrger bygdu á Lítlubrekku. Tey eiga trý børn  John (1954), Oddrun Olsen (1959) og Borghild Johannesen (1964). Byrger eigur átta abbabørn og trý langabbabørn.
Byrger sang sum ungur í Betesda kórinum, og Selma var í kórinum í mong ár. Byrger var í fleiri ár limur í umboðsráðnum í Norðoya Sparikassa.
Føðingardagurin verður hildin í hugnaliga heiminum á Lítlubrekku frá klokkan 17 í dag.               J