Byrial vann á AGF

AC Horsens vann um vikuskiftið seinasta venjingardystin, áðrenn superligan byrjar aftur. Dysturin var ímóti AGF, og úrslitið var 2-1 til AC Horsens. AGF hevði leikliga yvirvág í dystinum, og seint í dystinum, tá ið støðan var 1-1, brendi AGF brotsspark. Dysturin endaði tí við, at Johan Byrial Hansen og hinir í AC Horsens stjólu sigurin við einum máli seint í dystinum.