Byrja at bora Langlitinden brunnin

Í desember 2013 boðaði Atlantic Petroleum frá einum samstarvi at útvega 10% í PL 659, sum liggur í Barentshavinum.

Í desember 2013 boðaði Atlantic Petroleum frá einum samstarvi at útvega 10% í PL 659, sum liggur í Barentshavinum.

 

Lisensurin liggur umleið 165 kilometrar í ein útnyrðing úr Hammerfest, og dýpdin á økinum er 340 metrar. Avtalan er treytað av myndugleikanna góðkenning.

 

7222/11-2 Langlitinden brunnurin verður boraður við Transocean Barents boripallinum. Ætlanin er at bora niður á 2900 metra dýpi, og roknað verður við, at tað fer at taka 50 dagar. Farið verður víðari, um olja verður funnin, fyri at testa brunnin.

 

Verkætlanin er ein liður í høvuðsmáls økinum, har bæði olja og gass kunnu koma fyri.

 

Det norske er fyristøðufelag í PL 659 lisensinum við 20%. Hinir eigararnir eru Petoro við 30%, Lundin við 20%, Tullow við 10%, Atlantic Petroleum við 10%, Rocksource við 5% og Ithaca við 5%.

 

- Tað er okkum ein frøi at boða frá byrjanini til Langlitinden brunninum, okkara fyrsti í Noreg. Eins og ein meting av høvuðsverkætlanini, fer ein væleydnað boring á Langlitinden munandi avrisikera aðrar verkætlanir og leiðslur í lisensinum. Hetta er fyrsti av fýra kanningarbrunnum í boriskránni hjá Atlantic Petroleum fyri 2014, sigur Ben Arabo stjóri.