Byrja at lesa sum 27 ára gomul

Miðalaldurin á teimum, sum í ár byrja at lesa á Setrinum er 26,8 ár.

Tað er heldur sjáldsamt, at ungir føroyingar fara beinleiðis á Setrið eftir miðnámsskúla. Tað sæst á yvirlitinum yvir miðalaldurin hjá teimum, sum í heyst byrja á Fróðskaparsetrinum.

 

Miðalaldurin á teimum, sum søkja inn á Fróðskaparsetrið var í ár 26,8 ár. Kvinnurnar vóru í miðal 26,6 ár, meðan menninir vóru 27,3 ár.

 

Tey elstu lesandi eru tey, sum lesa politikk og umsiting. Miðalaldurin hjá teimum er 31,1 ár. Tey, sum lesa sosialvísindi og samfelagsplanlegging eru 29,8 ár í miðal og tey, sum lesa føroyskt eru 28,1 ár í miðal.

 

Tey yngstu eru tey, sum lesa orkuvísindi og orkuverkfrøði. Tey, sum lesa orkuvísindi og støddfrøði eru 21,9 ár í miðal, tey, sum lesa orkuverkfrøði eru 24,1 ár og teir báðir, sum bara lesa orkuvísindi eru 25 ár í miðal.

 

Í Vikuskiftissosialinum er stórt tema um tey lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tað vísir seg, at skelkandi fá av teimum lesandi á Setrinum blíva liðug. Eisini eru langt fleiri kvinnur enn menn, sum lesa á Setrinum.