Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Pætur Hjalmar Evensson
Hevur tú ein dreym um eina mar itima yrkisleið? So er Sjónám í Klaksvík kanska nakað fyri teg.
Sjónám er ein maritimur skúli og skeiðsdepil, ið bjóðar útbúgvingar og skeið til sjóvinnuna.
Her kanst tú lesa til skipara, skipsatstøðara og dekkara – og harumframt ber til at taka skeið av ymsum slag, eitt nú trygdar skeið.
Skúlin liggur dygst við sjóvar málan við Vestaru Bryggju í Klaksvík við frálíkum útsýni yvir vágna. Nýggi skúlabygningurin stóð liðugur og klárur at taka í nýtslu hin 1. oktober í 2012.
Blív skipari ella skipsatøðari
Um tú vilt verða skipari, kanst tú taka skiparaútbúgvingina, ið tekur hálvtannað ár. Hetta er ein sera væl umtókt útbúgving, og nýggjasti árgangurin byrjaði síðst í januar.
– Vit hava stóra tilgongd av skiparanæmingum. 20 næmingar eru í skiparaflokkinum í løtuni, og tveir av teimum hava tikið útbúgving sum skipsatstøðari á Sjónámi, sigur Brandur í Funningsstovu, leiðari á Sjónámi.
Ein skipsatstøðari er tað, sum fyrr var rópt matrósar ella dekkarar á handilsskipum. Nú er tað altjóða krav, at dekkarar á handilsskipum hava hesa útbúgvingina, og tað kravið er eisini galdandi í Føroyum.
Sum skipsatstøðari fært tú eina breiðari útbúgving enn ein dekkari – millum annað dugna skaparroynd í sigling og motor passing, umframt smiðjulæru tveir dagar um vikuna.
Útbúgvingin fevnir um eitt skeið, ið byrhar í august, soleiðis at man kemur út eftir 40 vikum sum fulltikin skipsatstøðari. Til ber at fáa vinnubræv eftir 12 mánaðar siglingstíð.
Skipsatstøðara útbúgvingin styttir eisini siglingartíðina til skipara og skipsførara frá 36 mánaðum niður í 15 mánaðir.
Nú kanst tú eisini gerast dekkari
Sum nakað nýtt bjóðar Sjónám nú eisini dekkaraútbúgving, eisini við skúlabyrjan í august.
Dekkaraútbúgvingin tekur 4 mánaðir og er bæði ein verklig og ein bóklig útbúgving.
– Tað er stórur tørvur á fulltiknum dekkarum í vinnuni. Við hesum nýggja leistinum er tað møguligt at byrja í august og kalla seg dekkara á jólum, sigur Brandur í Funningsstovu og vísir á, at hetta óivað er stytsta førleikagevandi útbúgving í Føroyum.
Eitt annað nýtt er, at roynd sjófólk kunnu fáa niðurskurð og taka dekkarapartin upp á hálva tíð – tað vil siga upp á bara tveir mánaðir. Kravið her er, at sjófólk ini skulu hava verið á sjónum í 3 ár.
– Tú kanst byrja sum púra fesk ur frá fólksaskúlanum aftaná summar, og á jólum fært tú dekkaraprógv. So kanst tú halda fram sum skipstastøðari, um tú vilt tað, sigur hann.
Starvsmøguleikar á sjógvi og landi
Hóast útbúgvingarnar á Sjónámi at sígg ja til eru maritimar, so merkir tað als ikki, at man bara kann arbeiða á sjógvi við hesum útbúgvingunum – tí útbúgvingar nar fara eisini at geva møguleikar á landi, sambært Brandi í Funningsstovu.
– Framtíðin fer helst at bjóða enn fleiri størv á landi, av tí at skipini bæði gerast størri og færri, umframt meiri automatiseraði. Tað er tann vegin tað fer. So fram tíðarútlitini eru góð og fjølbroytt við útbúgvingum frá Sjónámi, sigur hann.
Fjølbroytt skeiðsvirksemi
Sjónám bjóðar eisini eina rúgvu av skeiðum í trygd og samskifti á sjónum. Eitt nú trygdarskeið, fyrstuhjálparskeið og skeið í sjúkraviðgerð fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.
– Á skeiðspartinum bjóða vit eisini javnan skeið við skjótt siglandi bjarginarbáti (FRC),
umframt at vit bjóða bátaførara skeið (COX).
Væntandi verða hesi skeiðini á skrá seinni í ár, tá loyvi til tey fæst: Basic Offshore Safety Sourse (BOSC) og Helicopter Underwater Escape Training (HUET). Hetta eru skeið til frálandavinnuna.
Eitt nútímans skúlaumhvørvi
Sjónám er ein lutfalsliga lítil skúli, og hetta gevur eisini lærarunum møguleikan at geva hvørjum ein støkum næmingi tað, sum viðkom andi tørvar, eins og tað sosiala á skúlanum er í hásæti.
Skúlin bjóðar eitt sunt og liv andi umhvørvi, har undirvísingin er tillagað altjóða sáttmálakrøv um um upplæring av sjófólki. Málið er at menna og veita út búgvingar og skeið á høgum al tjóða støði.
##med2##
– Vit legg ja dent á eitt nútímans skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald renna saman í eina náttúrliga eind.
Á stovninum eru umstøðurnar góðar við nýgg jum hølum og góð um og ágrýtnum lærarum.
Vegleiðing um skúlan
Um tað ljóðar áhugavert fyri teg at læra á Sjónámi, so ert tú vælkomin at ráðføra teg við skúlan, áðrenn tú søkir inn.
Til ber eisini at lesa meira um útbúgvingar og skeið á www. sjonam.fo.
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her













