Byrjaði fyri fyrstu fer

Súni Olsen úr FC Zwolle í Hollandi slapp fyri fyrstu ferð at royna seg frá dystarbyrjan, tá landsliðið spældi mikudagin


 

Fótbóltstos


Einasta broytingin á føroyska liðnum í mun til dystin móti Jugoslavia, var at Súni Olsen kom inn á vinstra vongverja ístaðin fyri leikbannaða Øss Hansen.

Eftir dystin fingu vit orðið á Súna, og sum vera man, so var hann fegin um, at hann hevði fingið møguleikan frá byrjan.

- Tað var helst nokk so javnt ímillum meg og Heðin, men eg fekk so at vita frá Allani undan dystinum, at eg skuldi byrja inni. Eg hevði tó ein lítlan trupulleika við einum skaða í tjúkkanum, og tað var so fremsta orsøkin til, at eg varð skiftur út. Hinvegin var tað eisini gott hjá Heðini, at hann slapp at royna seg.

Spurdur um umstøðurnar til dystin, segði Súni, at tað var í øllum førum langt síðani, at hann hevði spælt dyst í slíkum veðri.


Vón um betri veður

Orsakað av veðrinum, so hevði Súni sum so ikki møguleikan at sannføra landsliðsvenjaran um sítt virði, og sum so tóktist hann heldur ikki hugsa so nógv um møguleikan fyri einum plássi í byrjunaruppstillingini mikudagin.

- Eg vóni í øllum førum, at tað verður betri veður tá, sigur hann flennandi.

- Hvussu er og ikki, so verður tað í øllum førum ein heilt annar dystur. Tá verður tað meira verjuparturin, sum vit skulu hugsa um. Í dag skuldu vit hugsa meira um at skapa dystin, men umstøðurnar gjørdu so, at tað bara bleiv til kick?n ruch, men tað gekk so kortini, segði Súni Olsen at enda.