Byrjaði við einum kaffimunni

Klaksvík: “Ja, hví ikki tað?!”, hugsaðu tey fimm fólkini, sum møttust yvir einum kaffikoppi ein dag á heysti í fjør. “Hví ikki skipa fyri einum harudegi í Klaksvík?” Sum sagt, so gjørt. Og nú verður hugskotið víðkað til at fevna um ein djóradag á norðoyastevnu.

Øll tey sum eiga húsdjór fáa nú møguleikan at vísa tey fram fyri øðrum.

Hetta hendir fríggjakvøldið, tá eitt serstakt tiltak fyri djóravinir verður í skúlagarðinum á Ziskatrøð.

- Vit miða eftir, at summi skulu fáa møguleika at vísa síni húsdjór fram. Og onnur skulu fáa gleði av at hyggja eftir teimum, sigur Maiken Steinberg, samskipari av hesum partinum í skránni á norðoyastevnu.

Hon starvast dagliga á Kunningarstovuni í Klaksvík, men hevur nú saman við øðrum góðum fólkum tikið stig til hetta serstaka djóratiltakið.

Hesi góðu fólkini eru Jógvan Ravnsfjall, Annika Egholm, Torkil Mørkøre, Beinta Gregersen og Maiken sjálv.

Tiltakið varir bert í ein góðan tíma ella so, og tí ræður um at skunda sær, um ein ætlar sær at síggja øll tey mongu húsdjórini sum finnast í Norðoyggjum.


Harulop

Klaksvíkingar hava altíð dugað væl at funnið uppá ymisk tiltøk, bæði til gamans og álvara.

Ein dagin á heysti í fjør sótu hesir góðu heilarnir saman, tá Maiken brádliga hyggur eftir kalendaranum á vegginum. Um nakrar vikur var komið inn í november mánað.

- Eg veit ikki, men tað datt bara úr mær: “Vita tit, hvat 2. november er fyri ein dagur?”. Onkur av hinum visti tað, meðan hini byrjaðu beinanvegin at tosa um 1. november, sum er minningardagur teirra sjólætnu.

- Men tað var ikki tað, eg spurdi tey um. Eg spurdi um 2. november, og tað var fyrsti harudagur. Og spurningurin var, hvat vit kundu gjørt fyri at markera tað, greiðir Maiken Steinberg íðin frá.

Og tað bleiv sum í teirri gomlu lýsingini fyri sjokolátu: “One choc leads to another”. Semja varð um, at tey áttu at gjørt okkurt serstakt henda dagin, - nakað sum kundi økja áhugan fyri haruni og djórum annars.

Hetta gjørdist júst ein slíkur serstakur dagur sum lagt varð upp til. Millum tey meiri stuttligu tiltøkini var ein kapping millum býráðspolitikkarar, hvør teirra kundi leypa longsta harulopið. Vinningur var ikki óvæntað ein harukøka.

Eftir hetta væleydnaða tiltakið kom spurningurin upp, um ein ikki kundi gjørt okkurt serliga á næstu norðoyastevnu.

- Og nú eru vit við at fáa øll viðurskiftini upp á pláss til djóradagin, sigur Maiken.


Hundakynstur

Ætlanin hjá fyrireikarunum er at hetta tiltakið skal venda sær til allar aldursbólkar.

Húsdjórini sum fólk koma við, verða sjálvandi í fokus. Men tað verður eisini uttan ífrá, sum fer at sermerkja tiltakið.

Avtala er nevniliga gjørt við hundafelagið HUFF, sum fer at vísa fram ymiskar hundarasur, og sum eisini fara at vísa ymisk hundakynstur.

Ætlanin er somuleiðis at hava ein pall til framførslur, sang og tónleik, eins og møguleiki skal verða til at avmynda seg og sítt húsdjór.

- Við hesum ynskja vit at hava eitt stuttligt og hugnaligt tiltak, og sum haraftrat er ókeypis, sigur Maiken Steinberg at enda.