Byrjað nú at selja atgongumerkir

Atgongumerkjasølan til Jassfestivalin byrjar í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í dag

Tey ganga hond í hond - Húsið og Jassfestivalurin.

Norðurlandahúsið helt fyrr í ár fimtan ára føðingardag sín, og nú í oktober fer fimtandi jassfestivalurin so av bakkastokki. Og hann hevur húsast í húsinum í øll hesi árini.

Øll hesi árini hevur festivalurin drigið hópin av útlendskum tónleikarum hendavegin og tað er ikki hissini umtalað Føroyar og føroyingar hava fingið uttanlands fyri henda festival.

Ein festivalur, sum í allar mátar stendur mát við tað, sum upplivast kann uttanlands, bæði tá tað viðvíkur tónleikarum og ikki minst rammunum umkring festivalin.

? Norðurlandahúsið er ótrúliga væl egna til ein slíkan festival, go tað er kanska júst hetta tiltakið, sum hevur gjørt húsið so kent uttanlands. Tú skalt minnast til, at tað hava verið 2300 útlendskir tónleikarar í Føroyum til festival hesi árini, sigur Brandur Øssurson, fyriskipari.

? Og uttan vælvildina frá Norðurlandahúsinum er ivasamt, um festivalurin hevði hildið so leingi sum hann hevur gjørt, leggur hann afturat.

Og tað er einki at taka seg aftur í, at undirtøkan hevur verið stak góð.


Tónleikur við innihaldi

Men hvat er tað so fyri tónleikur føroyingar vilja hava?

? Hyggja vit eftir hvørjir tónleikarar hava fingið størst undirtøku, so er teir, sum framføra tónleik, sum hevur eitt innihald. Tað vil siga tónleikarar, sum Bjørn Eidsvåg, Bjørn Afzelius og aðrir.

Í ár eru bara norðurlendskir tónleikarar við, men tað ger ikki skránna verri fyri tað.

Eitt nú kemur heimskendi danski kontrabassspælarin Niels Henning Ørsted Pedersen.

Úr Álandi kemur ein sangarinna, sum kallast Elisabeth Ekmann, og hana hoyrdi Brandur Øssurson, tá hann var í Álandi fyrr í ár.

? Hon er ein framúrskarandi góður framførari, sigur hann og sigur, at hann er sera fegin um at tað eydnaðist at fáa Ekman til Føroya.

Úr Svøríki kemur Elise Einarsdotter við orkestri. Tey spæla blues, merktan av svenskum upprunatónleiki.


Stuðul frá

Saga Petrolium

Men føroyingarnir eru ikki eftirsettir.

Nógvir av teimum kendastu føroysku tónleikarunum eru fingnir heim til festivalin og í tí sambandi hevur Saga Petroleum veitt festivalinum sera góðan fíggjarligan stuðul.

Fríggjavøldið er føroyskt burturav.

Og í dag byrjar atgongumerkjasølan. Tey verða at fáa í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn.

Prísirnir fyri hvørt kvøldið eru ymiskir, men ein kann eisini keypa atgongumerki fyri allar fýra dagarnar og eitt slíkt kostar 350 krónur