Faroe Petrolum boðar í morgun frá, at nú verður farið undir at bora Shango-leitibrunnin í norska partinum av Norðsjónum. Faroe Petroleum eigur 20 prosent av leitiloyvinum. Shangoleitimiðið liggur í norska partinum av Norðsjónum, norðaliga á Utsira-rygginum. Góðar vónir eru til loyvið, tí tað liggur í sama jarðarlagi, sum aðrar góðar framleiðslueindir í økinum.
Total er fyristøðufelag og eigur 40 prosent, Centrica eigur 20 prosent og Det norske eigur 20 prosent. Leif Eriksson boripallurin verður nýttur til boringina.
2015 verður eitt týdningarmikið ár fyri Faroe Petroleum. Seinni í ár verður farið undir at bora tveir uppfylgingarbrunnar á stóra Pil-fundinum, sum Faroe Petroleum eigur 25 prosent av. Síðani verður Bister leitimiðið borað.
- Hóast truplar marknaðarstøður, hevur felagið sett sær sum mál at skapa virðisøking í 2015 við eini fýrabrunna boriætlan, sum øll longu er fíggjað við tøkum peningi og peningarensli frá framleiðslu, sigur felagið í tíðindaskrivi.