Byrjar at líkjast á Ovara vølli

Arbeiðið verður liðugt um eina viku umleið

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at leggja nýtt á Ovara vøll í Gundadali. Tað hevur gingið skjótt og væl, og nú nærkast tað, at vøllurin verður klárur at brúka.

 

– Arbeiðið verður væntandi endaliga liðugt um eina viku ella so, skrivar Tórshavnar kommuna í dag.

 

Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið nú er lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan.