Tvøroyri og Hvalba arbeiða víðari við kommunusamanlegging

Á Flaggdegnum hevur fundur verið millum bý- og bygdaráðini á Tvøroyri og í Hvalba.

Mynd: Bjarni Hammer, Jónleyg J. Bech, Kristin Michelsen, Martin í Nesi, Thorstein Thomsen, Anita Vibergsdóttir, Ronni Hammer, Poul Laust Christensen, Niels Olaf Eyvindsson, Eyð Eidesgaard, Alvi Mortensen, Janus Thomsen. á Myndini vanta Eir J. Norðberg og Kristina Roest

Bý- og bygdaráðini á Tvøroyri og í Hvalba arbeiða víðari við kommunusamanlegging.

Á Flaggdegnum hevur fundur verið millum bý- og bygdaráðini á Tvøroyri og í Hvalba á kommunuskrivstovuni í Hvalba. Á fundinum umrøddu limirnir, hvørji mál  eru týdningarmikil fyri báðar kommunur at fáa greiðu á í sambandi við eina kommunusamanlegging. Harumframt varð eisini viðgjørt, hvussu farast skal fram, skal ein fólkaatkvøða avgreiðast áðrenn summarferiuna í ár.

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á síni heimasíðu.

Borgarstjórarnir Janus Thomsen og Kristin Michelsen siga, at talan var um ein jaligan fund og at niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging av Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu.