Flestu londini, sum kappast í sangkappingini Eurovision, skulu klára seg væl í hálvfinalunum fyri at sleppa við til finaluna.
Men seks teirra hava longu tryggjað sær pláss í finaluni.
* Tær báðar hálvfinalurnar í Eurovision verða týsdagin 7. mai og hósdagin 9. mai.
* Stóra finalan verður næsta leygardag 1. mai.
* 15 lond kappast í fyrru hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni eru 16 lond – teirra millum eru Danmark og Ísrael.
* Tey tíggju londini við hæstu atkvøðutølum frá hvørjari hálvfinalu sleppa víðari til avgerandi finaluna.
* Í finaluni eru seks onnur lond: vinnarin frá seinast – tað er Svøríki hesaferð – og tey fimm londini, sum gjalda mest til European Broadcasting Union (EBU), sum skipar fyri Eurovision.
* Tey fimm londini, sum kallast »The Big Five«, eru Frankaríki, Týskland, Italia, Spania og Bretland.
Kelda: Eurovision.
/ritzau/