Forðaðu bussinum at koyra úr Klaksvík

Verfalsvaktir forðaðu bussinum hjá Bygdaleiðum at koyra úr Klaksvík til Havnar í morgun

– At fylkjast riggar! Eingin bussur koyrir úr Klaksvík í dag.

Soleiðis skrivar Føroya Arbeiðarafelag, sum eisini hevur lagt myndina út av verkfalsvaktunum, um í morgun forðaðu bussinum hjá Bygdaleiðum at koyra úr Klaksvík til Havnar í morgun.

Og tað hevur Strandferðslan tikið til eftirtektar. Tey skriva soleiðis:

»Ongin koyring á leiðunum 400, 410, 450, 500, 504 og 506

Vegna forðingar er ongin koyring á leiðunum 400, 410, 450, 500, 504 og 506 leygardag 18. mai.«

##med2##

##med3##

 

 

Í Havn í gjár: – Takk fyri kampin í dag, øll somul! Í morgin herja vit á aftur við sama lag, skrivar Føroya Arbeiðarafelag á Facebookk