Svøríki fyrireikar seg til ófrið undir Eurovision

Í dag verður almenna upplatingartiltakið í sambandi við Euvision sangkappingina uttan ísraelska luttakaran, Eden Golan.

 

Seinastu mánaðirnar hava verið fleiri mótmæli ímóti luttøkuni hjá Ísrael í altjóða sangkappingini Eurovision, sum verður í næstu viku. Løgreglan í Malmø fyrireikar seg upp á mótmæli og tiltøk (Arkivfoto). - Foto: Johan Nilsson/TT/Reuters

Ein stúrandi ótti prutlar í hesum døgum í Malmø, har ársins altjóða sangkapping, Eurovision, skal haldast komandi vikuna.

Í fleiri mánaðir hevur ísraelska luttøkan skapt stórt kjak og forargilsi millum atfinnarar.

Tað er als ikki fyrstu ferð, at politikkur verður blandaður upp í stóru árligu tónleikakappingina. Men ársins kapping sær út til at gerast ein av teimum mest umstríddu.

Svensku myndugleikarnir hava seinastu tíðina fyrireikað seg uppá, at tað kunnu koma fleiri mótmæli, tiltøk og mótmæli.

Vegna kríggið millum Ísrael og vápnaðu palestinsku rørsluna Hamas hava fleiri túsund listafólk bæði í Danmark og Svøríki og fleiri onnur lond mælt bæði sjónvarpsstøðum, londum og listafólki til at boykotta Eurovision.

Tað er serliga umfatandi bumbingin av Gazageiranum, sum hevur ført til atfinningar. Tær hava kosta 35.000 palestinum lívið.

Myndugleikarnir í Svøríki hava eina stóra uppgávu at tryggja frið og skil, tá Eurovision fer í gongd næstu vikuna.

Svenska løgreglan hevur upplýst, at trygdin verður økt. Bæði danska og norska løgreglan skal hjálpa til í Malmø.

Løgreglan fer harumframt at brúka kameraeftirlit við dronum til at halda eyga við býnum frá 4. til 13. mai.

Fyrsta hálvfinalan verður týsdagin. Men trygdin verður økt nakrar dagar frammaundan, tí almenna upplatingartiltakið verður í dag.

Har kunnu áskoðarar og fjølmiðlafólk hitta ársins luttakarar til Eurovisiónina.

Men ísraelski luttakarin, 20 ára gamla Eden Golan, verður ikki við.

Longu í februar varð avgrjørt, at hon við atliti til trygdina ikki verður við til upplatingartiltaki. Tað skriva fleiri ísraelskir miðlar.

Eden Golan skal syngja sangin »Hurricane«. Sangurin hevði upprunaliga annað heitið.

European Broadcasting Union (EBU), sum skipar fyri Eurovisin, hevur mett, at upprunaliga heitið á sanginum, »Oktober Rain« og nakað av songtekstinum hevði politiskar tilsipingar til álopið hjá Hamas ímót Ísrael 7. oktober.

Álopið kostaði umleið 1200 ísraelum lívið.

Ísrael hevur játtað at broyta bæði heitið og songtekstin fyri at kunna luttaka í sangkappingini.

Eisini hevur EBU gjørt av at banna palestinska flagginum og skelti við politiskum boðskapum.

Til ársins Eurovision eru tvær hálvfinalur og ein finala. Tær verða 7., 9. og 11. mai í Malmö Arena.

/ritzau/

 

 

 

Seinastu mánaðirnar hava verið fleiri mótmæli ímóti luttøkuni hjá Ísrael í altjóða sangkappingini Eurovision, sum verður í næstu viku. Løgreglan í Malmø fyrireikar seg upp á mótmæli og tiltøk (Arkivfoto). - Foto: Johan Nilsson/TT/Reuters