– Orsøkin er, at vit mugu fyr­i­halda okk­um til ein vanda­mikl­an granna, sum vit ikki kunnu rokna við, í mong ár framyvir, segði norski for­sæt­is­ráð­harr­in Jon­as Gahr Støre 5. apríl, tá hann boð­aði frá ætl­an­u­num um at tvífalda játtanina til verjuna – á einum verjuskipi í Oslo Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix

Noreg tvífaldar pengarnar til verjuna

Fimm kavbátar og nógv fleiri skip. Noreg fer at brúka yvir 1.000 milliardir í tøttum samstarvi við USA

 

– Orsøkin er, at vit mugu fyr­i­halda okk­um til ein vanda­mikl­an granna, sum vit ikki kunnu rokna við, í mong ár framyvir, segði norski for­sæt­is­ráð­harr­in Jon­as Gahr Støre 5. apríl, tá hann boð­aði frá ætl­an­u­num um at tvífalda játtanina til verjuna – á einum verjuskipi í Oslo Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix

Síðst í apríl kom eitt stórt am­eri­kanskt krígsskip í havn í Nar­vik í Norðurnoreg, har tað setti fleiri hundr­að hern­­að­­ar­­akfør í land: Tanks, pans­aðar manskapsvognar og aðra útgerð.

 

Úr Narvik var øll hend­an útgerðin koyrd í land og tvørt­ur um Norðurnoreg til Svør­íkis og víðari til Nato-venj­ing­ar í Norðurfinnlandi tætt upp at Russlandi. Út­gerð­ina, sum hoyrir til US Ar­my 3rd Infantry Brigade Com­bat Team, skuldu út­við 20.000 Nato-hermenn brúka – teirra mill­um 10.000 am­er­ik­ansk­ir her­menn – á veg til Nato-venjing í Norð­ur­finn­landi.

 

Við Finnlandi og Svør­íki sum nýggir Nato-limir hev­ur verj­an í Norð­ur­at­lants­havi, Bar­­ents­havi og rest­ini av Norð­ur­londum fing­ið helt nýggj­an týdning. Tað var ikki av tilvild, at teir fimm verj­u­­mál­­­a­ráð­harr­ar­nir í sjálv­støð­ugu Norð­ur­lond­u­num hitt­ust í Havn fyri kortum. Føroyar liggja mitt í hesi nýggju, strat­eg­isku norð­ur­lendsku landa­frøðini.

 

Hjá Washington snýr tað seg um at verja borgararnar hjá USA ímóti russiskum kjarn­ork­u­vápn­um.

 

Russland hevur fleiri kjarn­orku­vápn enn nøkur onn­ur tjóð á klótuni, og 50-60 pro­s­ent av hesum kjarn­ork­u­vápn­um eru á Kola­hálv­oynni beint eyst­an fyri Nor­eg. Stytsti vegur hjá ein­um miss­ili úr Russ­landi til New York, Was­hing­ton og til aðrar stórbýir á eyst­ur­strond USA gong­ur bein­leið­is av støð­u­num á Kola­hálv­oynni í norð­ara part av sjó­leið­ini, sum Føroyar eru ein part­ur av.

 

USA stúrir í ringasta føri fyri ein­­um russ­isk­um kjarn­ork­u­álopi, og Washington hugs­ar tí sam­an við fleiri øðr­um Nato-londum sera nógv um eina sterkari verju í Norð­ur­at­lants­havi, Norð­ur­nor­eg, Svør­íki og Finn­landi ímóti russiskum kjarn­ork­u­vápn­um.

 

##med2##

 

Noreg ferfaldar

 

Noreg er væl við. U­kraina­krígg­ið hevur skapt nýggj­an norskan ótta fyri ætlan­u­num hjá Kreml, og norska javn­að­ar­stjórnin hevur fyri kort­um skot­ið upp at tví­falda pengarnar til norsku verju­na og serliga til flotan.

 

»Orsøkin er, at vit mugu fyr­i­halda okk­um til ein vanda­mikl­an granna, sum vit ikki kunnu rokna við, í mong ár framyvir«, segði norski for­sæt­is­ráð­harr­in Jon­as Gahr Støre 5. apríl, tá hann boð­aði frá ætl­an­u­num á einum verjuskipi í Oslo.

 

Tilsamans ætlar Noreg at brúka 1.624 milliardir norsk­ar krón­ur upp á verj­una frá í dag til 2036 – ella 1.037 mill­i­ard­ir í okkara krón­um. Til sam­an­ber­ingar eru donsku ætl­an­ir­nar sam­an við síðsta upp­skot­i­num hjá stjórn­ini sam­bært Verj­u­mál­a­ráðnum upp á 627 mill­i­ardir krónur fram til 2033 ella umleið 775 mill­i­ard­ir, um vit leingja til tað 2036.

 

 

 

Eingin djúpur

 

friður í eygsjón

 

Dubbingin hevur viðrák í Stór­ting­i­num í Oslo. Floks­leið­ar­in í norska Vinstra, Guri Melby, grundaði sín stuð­ul í Aftenposten:

 

»Noreg og Evropa mugu í nógv størri mun vera før fyri at verja seg sjálv í árunum sum koma. Um U­kraina tapir kríggið – sum eg ikki haldi fer at henda, men sum kortini er ein ver­u­lig­ur møg­u­leiki, um Ev­ropa ikki megnar at fram­leiða tey vápn, teimum tørv­ar – hava vit sera stutta tíð at útgera okkum í­móti russ­iska áganginum,« skriv­aði hon.

 

Noreg skal hava 4.600 eyka herskyldug um árið. 4.600 fleiri starvsfólk í verj­uni og nýggj 13.700 stríðs­búgv­in sum tiltaksherfólk. Her­ur­in verður víðkaður frá ein­ari til tríggjar bri­gat­ur og keypt verða nýggj, langt­røkk­andi neyv­leika­vápn, loft­vernd­ar­skot­vápn, fleiri tyrlur og fleiri stríðs­vogn­ar.

 

Mest fær flotin: Fimm nýggjar fregattir við ant­i­kav­bát­a­tyrl­um. Fimm nýgg­ir kav­bát­ar úr Týsklandi, ein helt nýggj­ur klassi av skip­um við tíggju stórum og 18 smærri skipum.

 

Ein loftstøð á Andøya utt­ast móti Norskahavinum í ein land­nyrðing verður gjørd klár til langt­røkk­andi dron­ur sum ískoyti til tey fimm longu keyptu, sera dýru am­er­i­k­onsku P-8 Po­sei­don-flogførini til at nið­ur­berja russ­isk­ar kav­bát­ar.

 

»Boðini frá fregn­ar­tæn­ast­u­num eru jú, at hóttanin úr Russ­landi verður alsamt meira í­tøk­i­lig. Russland hevur altíð ver­ið ein støð­ug­ for­treyt fyri okk­ara trygd­ar­­pol­i­tikki, men støð­an er sjálv­andi herd eft­ir inn­rás­ina í U­krai­na,« sig­ur Andr­e­as Øst­hagen, sen­i­or­gransk­ari og greinari av við­ur­skift­i­num við Russ­land við Fridt­jof Nansens In­sti­tutt­ið, sum er ein óhfet hugsan­ar­s­miðja í Oslo.

 

 

 

Russisk kjarn­orkuvápn

 

»Tað er í Norðurøkinum, at vit hava okkara størstu trygd­­ar­pol­itisku stúr­an­ir. Tá Noreg, Danmark og onn­ur Nato-lond ikki eru meira virk­in í sjálvum Ukraina, er tað jú tí, at vit óttast russ­isku kjarnorkuvápnini, sig­ur Østhagen.

 

Flotaskip, kavbátar og flog­før úr USA, Bretlandi, Franka­ríki og øðrum Nato-lond­um surra um Kola­hálv­oynna. Noreg kennir seg betri vart, men eisini øgiliga kroyst.

 

Um spenningurin økist, fara russarar so inn í Norð­ur­nor­eg fyri at verja sína kjarn­ork­u­støðir? Fara teir at leypa á nýggju a­mer­i­k­onsku støðirnar í Noreg?

 

»Russland vil verja sín­ar kjarnorkufysisku kap­as­i­tet­ir, meðan USA og Bretl­and og restin av Nato-londu­num vilja leggja tey í oyði. Noreg er mitt í mill­um stórveldini og tætt vápna­goymsl­uni, sum ein fram­skot­in part­ur av Nato í norð­i. Tað ger okkum ó­trúl­iga avbjóðandi,« sigur Øst­hagen.

 

 

 

Sigur Putins

 

Ísfríu firðirnir á Kola­hálv­oynni eru heimstað hjá russ­iska norðurflotanum, tann størsti hjá Russ­landi. Har eru teir nýggju, kjarnorkuriknu kav­bát­ar­nir, sum eru sjálv kjarnan í evn­unum hjá Russlandi at føra kjarnorkukríggj í­móti Vest­ur­heim­i­num – annaðhvørt við at leypa á fyrst ella við hevnd­ar­á­lop­um eftir vesturlendsk álop á Russland.

 

»Tú kanst jú biða lesarar tín­ar granska kortið yvir hav­økini, eg tosi um. Russ­land vil verja sína kjarn­ork­u­útgerð, og teir vilja vísa Vest­ur­heim­i­num, hvat teir eru førir fyri. Teir hava støðugt stór­ar hern­að­ar­venj­ingar í Bar­ents­hav­i­num, teir djamma gps-signal yv­ir landa­mørk okkara, teir fremja pro­pagand­a­til­tøk í Kirkenes og á Sval­bard,« sigur Østhagen.

 

Í desember í 2023 viðgekk ein mað­ur, sum í meira enn eitt ár lætst vera ein bras­ilsk­ur akademikari á lærda há­skúl­anum í Tromsø, at hann er obertur í GRU, russ­isku fregnartænastuni. Í meira enn eitt ár førdi »gransk­ing« hansara hann runt í stórum pørtum av Norð­ur­noreg, áðrenn hann varð steðg­aður.

 

»Russland vil hava vald­ið í hesum økjunum. Ikki van­ligt vald her og nú, men teir tryggja sær í tí føri, at krepp­an økist,«, sigur Andre­as Østhagen.

 

 

 

Nær við USA

 

»Noreg verjir í tøttum sam­starvi við USA. Pentagon ótt­ast eitt russiskt kjarn­ork­u­álop, so ein sterkari verja skal byggjast í Norð­ur­noreg, nærindis russisku støð­unum.

 

USA hevur eftir inn­rás­ina í Ukraina fingið fría at­gongd til 12 øki í Noreg, her­und­ir í Norðurnoreg, har Pent­a­gon frítt kann lenda og lætta, byggja og sigla, uttan at norska stjórn­in nýtist at vita tað – mill­um annað við Evenes-loft­støð­ina nærindis Lo­fot­en, ein kavbátastøð við Tromsø á Andøya sum nevnt á markinum millum Norð­ur­atl­ants­hav og Barentshavið.

 

Á Andøya verður And­øya Space Center bygt út til støð til langt­røkk­andi dro­n­ur og nýggja eftir­lits­støð fyri US Space For­ces rúmd­ar­grundaða á­var­ing og niðurberjing av russ­isk­um missilum. Rad­ar­in á Thul­e­støðini í Grøn­landi (nú Pit­u­ffik Space Base) er langt frá nóg mikið.

 

Norsk før hava leingi ver­ið útgjørd við krísútgerð og lurt­i­útgerð frá USA.

 

Ein fregnarstøð í fiski­vinn­u­bý­n­um Vardø nær við markið til Russ­lands virkar í tøttum norsk­um-am­er­i­k­onsk­um sam­starvi. Lurt­i­kað­al­ar á hav­botn­inum peila alt samdøgrið eftir russ­isk­um kavbátum, með­an vest­ur­lendsk njósn­ar­a­flog­før skráseta ferðsl­una til og frá russisku flot­a­støð­unum.

 

USA hevur stuðlað við sjó­k­að­al­um úr Norð­ur­noreg til Svalbard. Her rek­ur Kongs­berg Sat­e­llite Services, sum hevur tøtt bond til norsku verj­una, heims­ins størstu støð at taka niður dátur úr fylgi­svein­um. Stór sabotasja var í 2022 framd á kaðalarnar, eft­ir at russ­isk­ir tro­l­ar­ar leingi høvdu siglt zig-zag yvi­r økinum.

 

»Útbyggingin av flo­t­a­num ­at brúka í norð­ur­økju­num er týdningarmikil fyri sam­starv­ið við USA. Støða okk­ara sum norðasti liður og lurt­i­støð í norðuri er trum­f­kortið hjá Noreg, okk­ara kamp­a­r­ativi fyri­mun­ur, tá tað snýr seg um við­ur­skiftini við USS. Tá ein norsk­ur pol­i­t­ikari hitt­ir av­gerð­ar­tak­ar­ar hjá USA í Pentagon, er tað á­tøk okk­ara í norð­uri, sum stendur sum høv­uðs­gjald okkara til Nato,«, sig­ur Andreas Øst­hagen.

 

##med3##

 

Dubbingarsnyril

 

Politikarar og greinarar í Oslo hava leingi stúrt fyri svar­i­­num hjá Russlandi upp vaks­andi hjáveruna hjá USA, men tað hevur ikki brems­að gongdini.

 

»Vit høvdu heitt kjak í Noreg fram til 2022. Vóru vit nú bundin av am­e­r­ik­an­ar­unum? Men kjakið has­aði av eftir innrásina í Ukraina,« sigur Andreas Øst­hag­en.

 

Og samstundis verður dubb­að á báðum síðum. Am­er­ik­anskir hermenn hava ver­ið á longum venj­in­g­ar­legum í Norðurnoreg, eitt mynst­ur, sum nú breið­ir seg til Finnlands og Svør­ík­is, sum eisini hava sett á­vik­a­vist 17 og 15 øki til taks fyri Pent­a­gon. Harafturat koma stór­ar Nato-venjingar heilt nær Russlandi.

 

Moskva svarar aftur. Put­in hevur boðað frá nýggj­um bri­gat­um, sum eru stað­set­t­ar við norð­ur­mørk­ini. Norð­ur­flot­in vís­ir vødd­ar í Bar­ents­hav­i­num, og sein­ast ljóð­aði úr verju­mál­aráðn­um í Moskva, at Russ­land fer at byggja fleiri nýggj­ar støðir til stóru dron­ur­nar hjá Russlandi fram við norð­ur­strond­ini.

 

– Orsøkin er, at vit mugu fyr­i­halda okk­um til ein vanda­mikl­an granna, sum vit ikki kunnu rokna við, í mong ár framyvir, segði norski for­sæt­is­ráð­harr­in Jon­as Gahr Støre 5. apríl, tá hann boð­aði frá ætl­an­u­num um at tvífalda játtanina til verjuna – á einum verjuskipi í Oslo Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix

Tað var ikki av tilvild, at teir fimm verj­u­­mál­­­a­ráð­harr­ar­nir í sjálv­støð­ugu Norð­ur­lond­u­num hitt­ust í Havn fyri kortum. Føroyar liggja mitt í hesi nýggju, strat­eg­isku norð­ur­lendsku landa­frøðini, skrivar Martin Breum Mynd: Álvur Haraldsen

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, væntar ikki at tey kunnu líta á russiska grannan í mong á framyvir