VIDEO: Soleiðis vann U21-landsliðið á Estlandi

(Video) Her eru hæddarpunktini frá U21 EM-undankappingardystinum Føroyar-Estland 2-1 (0-0)

Føroyska U21-landsliðið hevur enn eina ferð gjørt í vørr. Í kvøld var tað við 2-1 sigri á Estlandi á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.

Føroyar – Estland 2-1 (0-0)

U-21 EM undankappingardystur

Leygardagin 7. juni 2025 kl. 18.00 í Klaksvík

0-1: Rommi Siht 51.

1-1: Jóhan Josephsen 73.

2-1: Áki D. Samuelsen br 93.+

HER ber til við estiskum frásøgumanni at síggja hæddarpunktini frá 2-1 sigrinum hjá U21-landsliðnum:

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bjarti Thorleifsson (Aron Benjaminsen, 75.), Jákup N. Vilhelmsen, Ingi Arngrímsson, Virgar Jónsson – Dávid B. Andreasen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason – Áki D. Samuelsen, Jóhan Josephsen, Hanus Højgaard

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Olsen, Jónas Prior, Bartal Páll Klein, Silas Gaard, Jón í Horni Nielsen, Jógvan Kárason Gullfoss, Aron Reinert Hansen, Marjus Nón

Gult kort: Mattias Hellisdal,

Venjari: Ólavur Mikkelsen

Hjálparvenjari: Poul N. Poulsen