USA væntar fleiri handilsavtalur innan eina viku

Ein nýggj handilsavtala millum Vietnam og USA setur tollmarkið høgt fyri handilspartar sum ES

Tekstilarbeiðarar á verksmiðju í Thai Nguyen-landslutinum í Vietnam, sum er eitt av stóru framleiðslulondunum. Ein nýggj avtala merkir, at tað verður ein eyka tollur á vjetnamesiskum vørum upp á 20 prosent - men ikki tey upp til 46 prosentini, sum Trump í fyrsta umfari hótti við. (Savnsmynd) - Mynd: Nhac Nguyen/Ritzau Scanpix

USA hevur skrivað undir handilsavtalu við Vietnam, sum merkir, at vjetnamesiskar vørur fáa ein eykatoll uppá í minsta lagi 20 prosent.

Samstundis letur Vietnam sín marknað upp fyri amerikanskum vørum.

Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá í dag.

- Teir fara at lata sín marknað upp fyri USA, sum merkir, at vit sleppa at selja okkara vørur í Vietnam við NULL tolli, skrivar Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.

Avtalan er gjørd eina viku áðrenn freistina hjá Trump, sum er 9. juli, hetta er dagfestingin, tá hægri tollur kemur í gildi fyri eitt stórt tal av amerikanskum handilspartnarum, um ongar avtalur verða gjørdar.

Millum stóru handilspartarnar, sum enn ikki hava gjørt avtalu við Trump, eru ES og Japan.

Í kvøld segði varafíggjarmálaráðharrin í USA, Michael Faulkender, at helst verða fleiri avtalur gjørdar komandi vikuna.

- Eg rokni við, at vit í næstu viku sleppa at leggja eina røð av avtalum fram, segði hann í samrøðu við sjónvarpsstøðina CNBC.

- Fyri londini, har samráðingarnar ikki veruliga hava gingið framá, vildi eg væntað eina fráboðan í næstu viku um tollprosentið, tey fáa.

Í apríl hevði Trump boðað frá einum tolli upp til 46 prosentum á vørum úr Vietnam.

Hann lækkaði tað til ein "grundtoll" uppá tíggju prosent fyri flestu lond.

Nú avtalan júst er gjørd, verður tað nú 20 prosent á vørum, sum koma beinleiðis úr Vietnam til USA, meðan vørur, sum fara ígjøgnum triðjalond á leiðini, verða undir tolli uppá 40 prosent, boðaði Trump frá.

Vietnam hevur sostatt »slakað rættiliga ógvusliga fyri USA«, heldur leiðandi høvuðsráðgevin Peter Bay Kirkegaard, sum er arbeiðir fyri Dansk Industri í Washington.

- Um henda avtalan setir markið fyri, hvat USA fer at krevja av sínum handilspartnarum, eitt nú ES, so er trupult at síggja, hvussu endarnir verða gjørdir upp, segði hann í skrivligari viðmerking.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Tekstilarbeiðarar á verksmiðju í Thai Nguyen-landslutinum í Vietnam, sum er eitt av stóru framleiðslulondunum. Ein nýggj avtala merkir, at tað verður ein eyka tollur á vjetnamesiskum vørum upp á 20 prosent - men ikki tey upp til 46 prosentini, sum Trump í fyrsta umfari hótti við. (Savnsmynd) - Mynd: Nhac Nguyen/Ritzau Scanpix