Ólavur Simonsen
Hetta var triðja av nýggju kappingum, har Grand Prix vinnarin verður funnin við at leggja seks tær bestu kappingarnar hjá tí einstaka saman.
Haruskjóting ella telving
Tað verður sagt at vera óheppið, um gott veður hevur verið kvøldið fyri, tá farið verður at skjóta haru, tí hara er náttardjór. Men so var ikki við illverðinum fríggjakvøldið, har flestu harurnar óivað høvdu valt at bíða eftir betri líkindum, áðrenn tær komu fram. Hetta merkti eisini luttøkuna leygarmorgun, tí fleiri av telvarunum høvdu leitað sær niðan í hagan at møta svongu harunum í góðveðrinum.
Tó skal sigast, at luttakaratalið seinnu árini ikki hevur verið høgt í Klaksvík, so tjúgu telvarar má sigast at vera á góðari leið ein vakran leygarmorgun.
Talvskrivarin ósigraður
Sigast man, at talvskrivarin hjá Sosialinum hevur havt eina dreyma byrjan upp á talvárið. Eitt sindur óheppið fyri hann sjálvan, tí tað er altíð ringt at skriva objektivt uttan at føla, at ein reypar um seg sjálvan. Tó kann ikki haldast áfram við at skáka sær undan, tí talvskrivarin vann øll talvini í triðju kappingini. Við hesum hevur hann tikið dik á seg á stigatalvuni og liggur 7,66 stig framman fyri argasta kappingarneytan.
Finnbjørn dragnaði
Finnbjørn Vang hevur ligið á einum deildum 1. plássi eftir tvær tær fyrstu kappingarnar, men fekk somu lagnu, sum mongu harurnar hendan leygarmorgunin. Saman við Boga E. Hansen og Vagni Heldarskarð á sætta til áttanda plássi fekk hann bert 0,33 Grand Prix stig við heim í sjáttuni. Havast skal her í huga, at tríggjar tær ringastu kappingarnar verða drignar frá samlaðu støðuni, tá allar kappingarnar eru telvaðar, so roknast kann við, at hendan verður ein av teimum trimum hjá Finnbirni.
Aðrir gera seg galdandi
Fyrrverandi føroyameistararnir Martin Poulsen og Torkil Nielsen endaðu javnir á øðrum plássi. Hetta er teirra fyrsta kapping, og tí kunnu teir eisini gera seg galdandi, tá samanum kemur, við at draga tríggjar kappingar frá, har tvær tær fyrstu, ið teir ikki luttóku í, eru íroknaðar. Krøvini eru tí, at teir luttaka í fimm av teimum seks komandi kappingunum, har teir kunnu heinta fleiri GP stig.
Veteranur og unglingar fingu ratingvirðisløn
Kappingin var mannað við heili 11 unglingum. Av teimum fingu tríggir ratingvirðisløn fyri gott avrik í mun til ratingtalið. Ungu talentini Rógvi Dragaberg, Rógvi E. Nielsen og Bogi E. Hansen fingu ratingvirðislønina saman við álopssinnaða veteraninum Vagni Heldarskarð, ið altíð er trúfastur til kappingar og eisini hevur sett síni merki í føroyska telving.
Mynd: TorkilogFinnbjørn.jpg
Myndatekstur: Finnbjørn fekk somu lagnu sum Eysturríki, eftir at Torkil fór at skjóta við skørpum.
---
Í kassa
Støðan í Grand Prix-kappingini
Ólavur Simonsen 18,33 GP
Finnbjørn Vang 11,66 GP
Herluf Hansen 6,33 GP
Torkil Nielsen 4,5 GP
Martin Poulsen 4,5 GP
Jón Andreasen 4 GP
Rógvi Dragaberg 3 GP
Carl E. N. Samuelsen 3 GP
Bogi Hansen 2,83 GP
Vagn Heldarskarð 2,83 GP
Rógvi E. Nielsen 2,5 GP
Terji Petersen 2 GP
Jaspur T. Gaard 0,5 GP