Byrta aftur á pall

Longu nú er greitt, at Nephew og danski rapparin Gilli verða millum mongu nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni, 30 juni. Og í dag boða fyriskipararnir frá, at poppbólkur Byrta, sum ikki hevur spælt seinastu árini, fer at gera eina afturkomu á Voxbotn 2018.

 

Byrta, sum nokk mann teljast millum best umtóktu poppbólkarnar í Føroyum, fer nú aftur á pall eftir at bólkurin ikki hevur verið á palli seinastu árini. Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen, sum mynda bólkin, hava roynt seg hvør sær, men nú fara tey so aftur á pall saman sum Byrta á Okkara Voxbotn 2018.

 

- Løg sum Norðlýsið, Loyndarmál, Eydnan og Í tínum eygum hava brent seg inn í heilan á flest okkara og eru tráspæld á útvarpsrásunum. Og tær konsertirnar, ið Byrta higartil hevur havt á Voxbotn, hava víst, at Byrta er ein bólkur, sum bæði hugsar í tónleiki og framførslu og megnar at fáa allar áhoyrararnar við. Tí verður tað uttan iva ein dansiveitsla av teimum heilt stóru, tá Byrta aftur fer á pallin niðri í Vágsbotni, skriva fyrireikararnir.