Springararnir, sum vórðu hildnir til í Hvalba í dag, verða býttur til Norðarðu helvt í Suðuroy. Sostatt verður býtt til fólkið í Hvalbiar Kommunu, Tvøroyrar Kommunu og Fámjins kommunu.
Tað sigur Jaspur Vang, sýslumaður.
Tað er ikki heilt liðugt at merkja enn, men leysliga mett er talan um eini 400 springarar, sum hava lagt beinini í Hvalba í dag.
Seðlarnir koma sostatt ikki út í kvøld, teir koma út klokkan sjey í morgin árini á bryggjuni í Nesi í Hvalba, sigur sýslumaðurin.