Álitið á høgra bakkið hjá AC Milan seinnu árini, brasilienski Cafu, hevur longt sáttmálan við italska felagið fyri enn eitt kappingarár. Cafu hevur longu fyri tíð síðan sagt, at hann kundi hugsað sær enn eitt ár í AC Milan, og hetta er nú veruleiki. Gongst sum ætlað, so luttekur Cafu fyri fimtu ferð í einum HM-endaspælið um trý ár. Hann hevur nevniliga sagt, at hann vónar at vera førur fyri at stilla upp fyri Brasilia við HM í 2010, sum verður leikt í Suðurafrika. Cafu, sum fyllur 38 ár komandi mánað, hevur leikt við AC Milan síðan 2003, har hann kom eftir seks ár í AS Roma.