Cameron hótti við at brúka sýtingarrættin

Bretski forsætisráðharrin David Cameron, hótti í morgun nú við at brúka sýtingarrættin ímóti fíggjarlógaruppskotinum hjá ES fyri árini 2014 til 2020.

Cameron sigur, at útreiðsluvøksturin í uppskotinum er alt ov stórur og kann als ikki sameinast við, at øll limalondini í samveldinum noyðast at fremja umfatandi sparingar á sínum fíggjarlógum.

Bretski forsætisráðharrin sigur, at hann kann heilt einfalt ikki góðtaka, at útreiðslurnar hjá samveldinum støðugt veksa nógv.