Frásøgnin hjá Roberti Joensen byrjar í 1906. Ein annar maður, hann nevnir Jákup bóndi hevði longu tá roynt seg sum bátabyggjari við at byggja rættiliga stórar motorbátar og deksbátar, eftir tátíðar meting. Elduvíks-Jógvan róði um hetta mundið út við Nólsoyar Páll, sum Jákup hevði gjørt árið fyri.
Tað var handilin úti í Klaksvík, har J.C. Djurhuus var fyristøðumaður.
So heldur hann soleiðis fram við frásøgnini:
So var tað ein dagin, veðrið var av tí besta. Vit vóru útrónir við hesum motorbátinum. Tað var so vakurt, og lá tað soleiðis fyri tá eina løtu, at tað vóru bæði stundir og veður til at hugsa. So sigi eg við Jákup bónda, meðan vit sótu har í friði og náðum á bátinum, sum gekk uttan segl ella ár: “Hvat skuldi forða okkum í sjálvir at átt ein bát sum henda? Hvat skuldi forða okkum í tí?” Tað gjørdist tó einki tos okkara millum um hetta. Vit komu aftur av útróðri. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, eg hevði sagt við Jákup, og roknaði mest við, at hetta bert var ein hugsan.
Kjølur við kopari
Hetta var um várið. So gekk tíðin. Einki hevði verið borið uppá mál um hetta okkara millum. Men Jákup mundi hava goymt orðini, ella hugsað sum eg, tí í november mánaði hetta sama árið kemur Jákup niðan undir Heygar til mín og sigur við meg, at nú ætlaði hann at fara at leggja kjølin til tann bát, ið vit skuldu eiga sjálvur at rógva út við.
Tað vóru tó fleiri enn vit báðir, ið skuldu vera um hetta, tí so varð takið lættari.
Partaeigararnir í hesum báti skuldi vera, Jákup á Biskupstøð, Napoleon á Biskopstøð, Heini Símun og síðani eg sjálvur. Vit komu allir saman til at tosa um hetta okkara tiltak, og síðan fóru vit til at arbeiða fram móti byggingini.
Jákup bóndi hevði longu hugsað um tilfar og hevði hann kjøl og stevni úr einum gomlum skipi hjá handlinum í Klaksvíkini. Tað var av skipinum “Sylviu”, sum átti at koma til Føroya um 1890, men hevði vist ikki verið brúkt til fiskiskap. Tað segðist, at skipið var um hundrað ára gamalt, tá tað kom til Føroya, so at tað var ikki nýtt tilfar at leggja til kjøls. Men hetta hevði Jákup skil fyri, og hesi stykkir vóru av góðum tilfari. Hetta hevði verið eitt sera snotiligt far og væl gjørt. Tað hevði verið klætt við kopari, og allir boltar vóru av reyðum kopari. Tað var heldur sjáldsamt.
Borðviðin fingu vit uppá borg frá handlinum í Klaksvíkini. Statslán fingu vit um 4000 kr., og fór tað til motorin. Um 200 kr. lupu av, og vóru tær brúktar til annað, ið tørvur var á.
Til at nýta sum innivið keyptu vit rekavið, sum vit sagaðu sundur við langsag í gálganum á Biskopstøð.
25 oyru um tíman
Allir vit, sum skuldu eiga í bátinum, arbeiddu við. Teir, sum vóru bestir til smíð, gjørdu sjálvandi alt viðvíkjandi sjálvari byggingini. Aðrir gingu til handa við at saga, hjálpa við hølving, halda fyri tá klinkað varð og tílíkt. Vit skrivaðu allir upp tímatalið, vit arbeiddu. Vit roknaðu okkum 25 oyru um tíman, men skuldi Jákup rokna sær 5 oyru meira.
Tað, sum umráddi hjá okkum, tað var at fáa okkum eitt far, uttan at binda okkum ov mikið í skuld, og tí vóru vit á útróðri, tá líkindi vóru, so at tað varð ikki støðugt arbeitt uppá byggingina. Og tá arbeitt varð, var veðrið ikki altíð av tí besta.
Sørin í Kunoy setti motorin, sum var frá “Dan” fabrikkini, í hetta far, sum varð bygt á Biskopstøð. Hinir bátarnir, ið komnir vóru í Klaksvík, høvdu 8 hestakreftir. Hesin skuldi hava 12 hestar, so tað var hildið vera óført.
Báturin var súðubygdur, spískur í báðar endar og um 38 føtur langur.
Hvør maður, sum var partaeigari í bátinum skuldi afturat arbeiði sínum gjalda 25 kr. Tað var fyri seglini, sum Jógvan Segl seymaði til bátin. Annan pening skuldu vit ikki gjalda í fyrstu syftu. Tá vit fóru at fiska, skuldi bátsparturin gjalda okkum bátin.
Tá báturin var liðugur, varð hann mettur at kosta 7000 kr. Hans Debes í Havn metti hann.
Ráfiskur
8. mars 1907 var tann stóri dagur hjá okkum, tá hetta far, sum vit høvdu stríðst við at byggja, fór á sjógvin, og var tað ein gleðilig stund at síggja farið flóta á vágni.
Navnið, vit góvu bátinum var “Royndin Fríða”, uppkallað eftir skipi Nólsoyar Pálls.
Vit róðu so út við “Royndini” um várið norð á hav. Sama summarið fóru vit til Íslands við bátinum at fiska. Vit býttu fongin soleiðis, at báturin fekk aðra helvtina og manningin hina. Báturin helt útgerðina, olju, línu og tílíkt, meðan agnið fór av óbýttum.
Tvey tey fyrstu árini, vit róðu út við “Royndini” frá Klaksvík avreiddu vit í ráfiski, men fyri at fáa meira burturúr, fóru vit seinri at selja í saltfiski.
Statslánið, vit høvdu fingið, var til at gjalda aftur í 10 ár. Á nýggjárinum 1917 skyldaði báturin 1300 kr. Tá várróðurin var lokin hetta sama ári, vóru hesar 1300 kr. goldnar. Harumframt var eitt avlop uppá 800 kr., sum vóru býttar soleiðis, at hvør av teimum seks eigarunum av bátinum fingu 100 kr. og 200 kr. vóru settar inn at hava at taka til. Vit guldu sum sagt 25 kr. hvør, tá báturin varð gjørdur. Vit høvdu heldur ikki lagt pening út til bátin hesi árini. Men nú, tað fyrsta árið, ið vit býttu av avlopinum, nú báturin var goldin og soleiðis til fulnar okkara, fingu vit 100 kr. í part.
Avlop
Í 1917 seldu Jákup bóndi og Napoleon á Biskupsstøð sínar partar til J. F. Kjølbro, og í 1918 seldu Heina-Símun og Símun Jens ogn sína í bátinum til J. F. Kjølbro.
Í 1919 og í 1920 var avlopið av bátspartinum 1800 kr. hvørt árið, so tað gav 300 kr. til hvønn sættapartin.
Tá eg í 1920 helt meg vera ov gamlan til at fáast við javnan útróður, helt eg við tann sonin, sum var heima, at um hann vildi taka við, so dámdi mær tað best. Tað helt hann ikki, og við tað at eg sjálvur ikki hevði hug at vera við til at dríva bátin longur, seldi eg J. F. Kjølbro part mín, og Julius á Biskupsstøð seldi eisini sín part.
- Og høvdu vit nú allir latið bátin frá okkum, endar Elduvíks-Jógvan frágreiðing sína.
FAKTA
Navn: Cameron
Smíðiár: 1907
Smíðistaður: Klaksvík
Tilfar: Eik/fura
Longd: 12,41 metrar
Breidd: 3,81 metrar
Dýpd: 2,26 metrar
BRT: 19,14
NRT: 7,42