Pauli verður leiðari á Staðnum

Vestmanna Komm­una søkti í juli eft­ir leiðara til ung­dóms­húsið Staðið – og tað verður ein gamal kenn­ingur, sum nú aft­ur fer at leiða ung­dóms­húsið í bygd­ini

Pauli Magnussen var nevn­l­iga ungdómsleiðari hjá Vest­manna kommunu í 12 ár, frá 2008 til 2020.

Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spenn­andi samveru og verk­støð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjøl­broyttari mentan, har karm­arnir eru í hásæti til tón­leik, list, spøl, handaligt virk­semi og hugna annars.

Leiðarin fyrireikar og leggu­r dagarnar til rættis og hev­ur dagliga samskiftið við tey ungu og myndar húsið út­eftir. Afturat leiðaranum eru dugnalig starvsfólk, og tað eru altíð tvey starvsfólk til arbeiðis samstundis.

Í vetur hevur Staðið op­ið fyri 4.- 6. flokki tveir seinn­a­part­ar um vikuna og fyri 7. flokki upp í 17 ár fýra ger­and­is­kvøld um vikuna, um­framt nøkur leygarkvøld um ár­ið.

Staðið letur upp aftur í september.

 

##med2##