Tað var í tí stóra og heila ein góð uppliving hjá B68 at spæla teir tríggjar dystirnar móti FC Suðuroy í Betrideildini hjá monnum í hesum kappingarárinum.
B68 vann fyrr á árinum bæði 3-0 og 2-0 á FC Suðuroy. Tað var bara í dystinum á Svangaskarði á Toftum ígjár, at B68 mátti noyðast við javnleik 1-1 móti FC Suðuroy.
Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist sostatt sjey stig til FC Suðuroy og eitt stig til B68.
Samlaða málúrtøkan í hesum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 6-1 til B68.
B68-FC Suðuroy 2-0 (1-0) - 16. mars
1-0 Martin Klein (38.)
2-0 Marjus Nón (74.)
FC Suðuroy-B68 0-3 (0-1) - 21. juni
0-1 Sebastian Lau (27.)
0-2 Marjus Nón (73.)
0-3 Jóhan Josephsen (83.)
B68-FC Suðuroy 1-1 (1-1) - 17. august
0-1 Bjartmar Holm (22.)
1-1 Bárður Ó. Jensen (32.)
Kelda: FaroeSoccer