info
Ongi úrslit

Eg taki ikki undir við at svartlista russisku skipini

– ES og Noreg eru ikki samsint við okkum. Tað hava tey ongantíð verið. Vit hava kríggjast við tey um fisk, í øllum førum ta tíðina, eg havi verið í Fiskimálaráðnum

Eirikur Lindenskov
18. august 2025 kl. 09:58

– Eg vænti ikki, at Fólkaflokkurin tekur undir við hesum »kopipolitikkinum« hjá landsstýrinum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, tá vit spyrja hann, um Fólkaflokkurin fer at taka undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, um at svartlista russisku reiðaríini Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og sum eru millum tey sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk.
– Eg taki so ikki undir við hasum, og eg rokni ikki við, at Fólkaflokkurin tekur undir við tí, sigur Jacob Vestergaard, sum verður framsøgumaður fyri Fólkaflokkin í málinum og sum er limur í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum. Hann sigur, at flokkurin hevur ikki umrøtt tað, tí tey hava ikki havt fund enn.
– Eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu renna aftan á ES og Noreg eftir hvat tey halda. Har er einki ítøkiligt um hasi skipini, og hava vit einki ítøkiligt ímóti teimum, so eiga vit ikki at svartlista tey, sigur Jacob Vestergaard.
– Síggja vit okkurt ítøkiligt, so eiga vit at taka støðu til tað, sigur hann.
– Eg síggi einki ítøkiligt av nøkrum slag. Man »metir at« og so framvegis. Og so tosar man um tey, sum eru samsint við okkum. 
– ES og Noreg eru ikki samsint við okkum. Tað hava tey ongantíð verið. Vit hava kríggjast við tey um fisk, í øllum førum ta tíðina, eg havi verið í Fiskimálaráðnum. Og tey hava brúkt somu metodur ímóti okkum, sum tey nú brúka ímóti Russlandi. 
– So at vera samsint við hasi londini, tað eru vit ikki, sjálvt um vit eru upp á bylgjulongd upp á ymiskar mátar, so eru vit slett ikki upp á bylgjulongd, tá tað snýr seg um tað, sum er tilverugrundarlagið hjá okkum búskaparliga. 
– So eg kann ikki ímynda mær, at Fólkaflokkurin tekur undir við hasum. Eg veit ikki hví vit skulu hava ein »kopipolitikk« og ikki hava okkara egnu hugsanir. Eg hoyri, at tey hava ikki sínar egnu hugsanir, eg hoyri at tey argumentera við ES og Noreg.
– Men hevur Fólkaflokkurin ikki eisini sagt, at vit skulu lena okkum upp at ES og Noreg í málinum um tiltøk ímóti Russlandi?
– Jú, tað er møguligt í teimum tiltøkunum um boykott í móti Russlandi. 
– Vit royndu at halda fiskivinnuna uttanfyri tá, tí vit hava einki samstarv við Russland uttan tað sum hevur við fiskivinnu at gera. Vit útflyta ikki komponentar til kríggj. Hinvegin haldi eg ikki, at Føroyar skuldi verið transitland fyri slíkt. 
– Tað kann vera, at onkur okkara hevur hildið, at vit skuldu lena okkum upp at ES og Noreg, og eg brúkti tað sjálvur sum eitt kompromis. Og tað var meira tí, at Noreg opnaði tríggjar havnir fyri russisk skip, so eg brúkti tað sum argumentatión, tá tey flestu vóru ímóti at lata russarar koma í føroyska havn – so hví fylgdu tey ikki Noreg, sum lat nakrar havnir vera opnar, sigur Jacob Vestergaard. 
Jacob Vestergaard leggur dent á, at hann tosar fyri seg sjálvan.
– Hetta er mín hugsan, og tað er tann hugsan, sum Fólkaflokkurin hevur havt, og eg rokni við, at støðan er tann sama, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

3 minuttir síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

33 minuttir síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

1 tími síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

1 tími síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

3 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

3 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

3 tímar síðan