Í kvøld klokkan 18.30 verður eysturoyaruppgerð í Betrideildini hjá monnum í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og NSÍ.
7. apríl vann NSÍ 3-1 á Víkingi í Sarpugerði. 22. juni endaði dysturin millum NSÍ og Víking við Løkin í Runavík við javnleiki 1-1.
NSÍ er triðfremst í deildini við 41 stigum. Víkingur er fjórðfremst við 30 stigum.
NSÍ er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,88 og 3,40.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,80 og 4,30.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 1,80 og 1,96.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##