Campbell aftur í Arsenal

Í gjárkvøldið spældi Campbell við, tá eykaliðið hjá Arsenal vann 4-2 á eykamonnunum hjá West Ham, og við Soccernet segði hann, at hann ætlar sær at vera partur av Arsenal restina av árinum.

- Hetta er eitt slag av roynd, og helst skal eg spæla einar tveir slíkar dystir afturat.

- Men eg gleði meg sum smábarn. Tað eru helst eini tvey ár síðani, at eg seinast spældi her, og eg havi saknað fótbóltin, síðani eg steðgaði í Notts County, sigur Campbell við Soccernet.

 

Og eisini venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, tykist hava ítøkiligar ætlanir við Campbell.

- Eg havi sagt fyrr, at hann hevur stórar dygdir. Sjálvandi er hann ikki av yngstu monnum, men hann er væl fyri, og eg haldi, at fleiri feløg í Premier League fegin vildu havt hann í hópin.

- Og so er hann eisini ein góður maður í skiftirúminum. Hann er altíð positivur, og hann dugir væl a taka sær av yngru spælarunum í hópinum, sigur Wenger við Soccernet.