Cantat umvældur um nakrar dagar

Fjarskiftiskaðalin millum Føroyar og meginlandið verður helst klárur at taka í nýtslu aftur fyrst í komandi viku

Cantat kaðalin, ið er fjarskiftislívæðrin millum Føroyar og meginlandi, hevur verið undir umvæling eitt sindur longri enn ætlað.

Í fyrstu syftu varð mett, at umvælingararbeiðið helst fór at vera liðugt tíðliga í brátt farnu viku, men enn fara allar telefonsamrøður, gjaldskortsgjaldingar og alt internetsamband um fylgissvein, tí Cantat kaðalin er ikki tikin í nýtslu aftur.

Av Føroya Tele verður sagt, at eftir ætlanini skal kaðalin vera liðugt umvældur í seinasta lagi fyrst í komandi viku, og tá verður fjarsiftissambandið niður á meginlandið aftur í lagi.

Internetsambandið, ið leið harðast undir umvælingini av Cantat kaðalinum, hevur verið nýtiligt, síðan Føroya Tele fekk, meira kapasitet á fylgissveininum. Fyrstu dagarnar var internetsambandið sá vánaligt, at tað gav fyritøkum á netinum trupulleikar at røkja tænastur sínar. Millum annað var Internetsosialurin óregluligur, men hann siglir nú aftur fyri fullum seglum.