Íslendski bólkurin Caput skal á Listastevnuni spæla verk eftir føroyskar tónasmiðir. Talan er um Blak, Bogason og Rasmussen, umframt eitt íslendskt stykki og eitt danskt.
Bólkurin hevur sum mál at spæla nýggj verk. Caput byrjaði í 1987 og hevur ferðast nógv. Bólkurin hevur eisini vitjað í Føroyum fyrr.
Ein partur av bólkinum skal í næstum leika í Kina.
Bólkurin hevur givið nógv verk út á fløgu, og m.a. verður nú arbeitt við tónleiki hjá Sunleif Rasmussen, sum Caput spælir inn fyri forlagið svenska BIS.
15 fólk eru við bólkinum, 16 við solisti, ið hesaferð verður Jóannes Andreassen, og eisini verður Ólavur Jacobsen solistur.
Gúdni Franzen er ein av monnunum aftan Caput og hann er maður Láru Stefansdóttir, ið dansar ballet og er eisini við har.