Carl Jóhan er uppvaksin í Havn, har hann gekk í kommunu- realskúlanum. Í 1973 fór hann til Danmarkar á studentaskúla og tók fornmálsligt studentprógv í 1976 og flutti heima aftur til Føroya.
Heimafturkomin arbeiddi hann sum blaðmaður og gjørdi annað fyrifallandi arbeiði til hann í 1979 fór undir lestur á Føroyamálsdeildini og tók exam. art prógv í norðurlendskum máli í 1981.
Eftir tað fór hann til Íslands at lesa íslendskt mál og almenna bókmentafrøði til 1987.
Síðan gekk leiðin til Australia saman við konuni Kate Sanderson, ið er úr Sidney. Tey vóru har í eitt ár. Eitt tíðarskeið í 90-unum búðu tey í Tromsø í Norðurnorra saman við synunum Eiriki Høgna og Jóhan Fríðrik.
Carl Jóhan tók cand. Pihl prógv í føroyskum í 1990.
Carl Jóhan hevur altíð havt stóran áhuga fyri bókum, og sjálvur hevur hann givið út nógv ymsikt, bæði bøkur og yrkingarsøvn. Umframt at yrkja hevur hann fingist við at týða úr íslendskum, eysturnorðurlendskum og enskum. Hann hevur eisini týtt fleiri leikir til føroyskt.
Hann hevur sitið í nevndini fyri Rithøvundafelag Føroya og í starvsnevndini fyri LISA. Hann er eisini heiðraður við bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens.