Tann heimskendi meksikanski rithøvundurin Carlos Fuentes doyði í gjár, 83 ára gamal. Tað var meksikanski forsetin, Felipe Calderon, sum bar deyðsboðini av honum.
Carlos Fuentes verður roknaður sum ein av teimum týdningarmestu latínamerikonsku rithøvudunum, og bøkur hansara eru týddar til fleiri mál. Bókin "Gringo Viejo", sum kom út í 1985, gjørdist mest selda bók í USA, og seinni bleiv hon gjørd til film við Gregory Peck og Jane Fonda sum høvuðsleikarum.
Fuentes var javnan í USA og helt fyrilestur á lærdum háskúlum so sum Princeton, Harvard og Columbia.
Carlos Fuentes doyði á einum sjúkrahúsi í Meksiko býi í gjár, eftir at hann hevði fingið trupulleikar við hjartanum.