Ein frálík sangløta við systrunum Carlsen. Við amerikanskum sletti í, høvdu tær eina frálíka góða framførslu, har góðu røddirnr verulga komu til sín rætt.
Fleiri høvdu óivað glett seg til hesa løtu, tí tað er ikki gerandiskostur at hoyra Leilu, Barbaru og Vanju á pali í Føroyum. Saman við manninum hjá Barbaru, Noah Chaparro, komu tær á pall saman við tónleikarum, og gjørdist hetta eisini ein sera góð løta, ið var fragd fyri oyruni.
Tær eru tiltiknir góðir sangarar og eru eisini av familju, har sangurin fyllir nógv, og har góðir sangarar teljast ímillum. Kendar eru tær og familjan eisini frá mongum útgávum.
Carlsen systrarnar hava eisini í nøkur ár verið á ferð í USA við tónlekium, men nú var tað so Summar Festivalinum, ið fekk vitjn. Og hetta gjørdist ein løta við góðum huglag, har ein bleiv tikin við, tí vónleyst var at lurta, uttan at hetta kom innum og nart við.
Framúr væl sungið og spælt. Heilt einfalt sera, sera gott!