Systrarnar Brynhild og Rannvá Carlsson eru ikki til at steðga í tvímansleiki hjá kvinnum. Aftur í ár vunnu tær báðar gull – hesaferð ímóti Kristinu Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir.
Fyrsta sett var tað yngra og meiri óroynda parið væl við fyrstu løtuna, men skjótt settu systrarnar í eitt hægri gear og vunnu fyrsta sett trygt 21-12.
Annað sett struku systrarnar Carlsson avstað alt fyri eitt og talan var um ein avgreiðsluspurning. 21-7 stóð á stigatalvuni tá ið liðugt var og Brynhild og Rannvá Carlsson vunnu harvið gullið trygt.