Danski tónleikabólkurin Carpark North, sum í gjárkvøldið spældi á Voxbotn, fara at hava enn eina konsert í Føroyum.
Teir tríggir limirnir í bólkinum Morten, Søren og Lau, hava gjørt av at steðga eitt sindur longri í Føroyum enn ætlað og vilja bjóða føroysku fjepparunum á enn eina konsert.
Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
- Carpark North spældu í Mentanarhúsinum í 2005 teir og vildu sera gjarna sleppa at spæla í Mentanarhúsinum aftur. Hetta hava vit nú fingið í lag, og limirnir í bólkinum eru ógvuliga fegnir um møguleikan, sigur Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum.
Talan um eina ókeypis konsert, og hetta er gjørt í samstarv við fyriskipararnar av Okkara Voxbotn.
Pláss er fyri 630 fólkum til konsertina, men longu nú vænta fyriskipararnir, at fleiri fólk møta til konsertina.
- Um nakað av fólki stendur eftir uttanfyri og ikki sleppur inn, verður ein eykakonsert hálvan tíma eftir, at tann fyrra konsertin er liðug. sigur Ólavur Larsen.
Konsertin byrjar klokkan 20.00.