Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson hevur staðfest yvir fyri fjølmiðlunum, at Michael Carrick, Wes Brown og Rio Ferdinand hava allir skriva undir nýggjar sáttmálar við Manchester United. Manchester United vil kortini einki siga nakað um áramálini á sáttmálunum. Stjórin í Manchester United, David Gill hevur staðið á odda fyri samráðingunum við teir tríggjar leikarnar. Michael Carrick er 26 ára gamal, Wes Brown er 28 ára gamal, meðan Rio Ferdinand er 29 ára gamal, so talan er um tríggjar mans, sum enn eru í góðum fótbóltsárum. Manchester United leikar ímóti Blackburn á Ewood Park í morgin kl. 17.15.