Bretski Mark Cavendish spurtaði seg í gjár til næsta etapusigurin í Tour de France. Feltið fylgdist annars væl móti málinum, men í spurtinum megnaði eingin at fylgja bretanum. Norski Thor Hushovd gjørdist nummar tvey, meðan franski Cyril Lemoine kom á mál sum nummar trý. Í samlaðu støðuni er Fabian Cancallera á odda framman fyri Tony Martin og Lance Armstrong.