Chef sigur upp í South Park

Isaac Hayes vil ikki longur leggja rødd til Chef í sjónvarpsteknirøðini South Park, hann heldur røðina vera blivna ov ódámliga. Mennirnir handan South Park halda, Hayes hava fingið ilt í eina Scientology negl.

Sjónvarp
 
Nógv elskaði kokkurin Chef í teknirøðini South Park, verður ikki longur við í røðini. Sangarin og sjónleikarin Isaac Hayes, ið eigur røddina aftan fyri teknaði kokkin, hevur fingið nóg mikið. Í eini sera almennari uppsøgn, sigur Hayes, at South Park kann sammetast við donsku Muhammed tekningarnar, og at røðin í alsamt størri mun vanvirðir átrúna og leggur einki í kenslurnar hjá fólki. Hann kann tí ikki longur luttaka í tílíkum, skrivar The Independent.
 
Matt Stone og Trey Parker, ið eru mennirnir aftan fyri South Park, flenna eftir útsøgnini, ið teir kalla sra festliga. Teir skilja illa, hví hetta knappiliga er vorðið ein trupulleiki. Hayes hevur luttikið í 150 pørtum av teknirøðini í 10 ár, og øll árini hevur røðin vanvirt ymiskar skipaðar átrúnaðir. Kristintrúgv, islam, jødadómur og mormontrúgv eru látursgjørdar øll árini, m.a. býr Jesus í South Park og hevur eitt talk show í sjónvarpinum har.
 
Stone og Parker halda, at talan man heldur vera um, at Hayes er fornermaður, tí South Park hevur gjørt gjøldur burtur úr hansara trúgv Scientology. Í einum parti av South Park, ið var sendur í vetur, varð Scientology skýrt at vera ein forferdiligur bunki at science fiction lygnum, ið hava til endamáls at lumpa pening burtur úr fólki. Hesin partur er sendur í USA, men scientology maðurin Tom Cruise, ið verður skýrdur samkyndur í sama parti, hevur fingið partin bannaðan í Bretlandi, har loyvt ikki er at spotta annans átrúna.
 
Stone og Parker siga tó, at sjálvandi sleppur Hayes burtur úr sáttmálanum, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.