Chelsea økti um leiðsluna

Tætt er millum dystirnar í ensku Premier League í hesum døgum. Chelsea spældi leygardagin javnleik móti Birmingham, og longu í gjár var oddaliðið aftur í eldinum.
Her hótti eitt tap móti Fulham, sum eftir bara fýra minuttir legði seg á odda. Og tann støðan helt sær, til gott korter var eftir at spæla.
Tá javnaði Drogba, og bara tveir minuttir seinni gjørdi Fulham sjálvmál, soleiðis at Chelsea aftur fekk økt um munin í oddinum. Har er Chelsea nú fimm stig framman fyri Manchester United, sum mikudagin spælir á heimavølli móti Wigan.

Úrslitini í gjár
Tottenham-West Ham 2-0
Blackburn-Sunderland 2-2
Chelsea-Fulham 2-1
Everton-Burnley 2-0
Stoke-Birmingham 0-1
Wolves-Manchester City 0-3