Chelsea lúrir eftir Robinho

Spanska blaðið AS sigur seg vita, at Chelsea er meira enn vanliga áhugað í brasilska sælaranum Robinho, sum er sáttmálabundin við Real Madrid. Blaðið skrivar, at Chelsea hevur boðið Real Madrid umleið 250 milliónir krónur fyri at keypa spælara, og tað er líkt til, at felagið fer at góðtaka tilboðið. Real Madrid hevur brúk fyri pengum til ætlaða stórkeypið av Cristiano Ronaldo úr Manchester United.