Chelsea leingir við Terry

Chelsea liðskiparin, John Terry, hevur skrivað undir ein eittára sáttmála, sum varir til 2015.

Chelsea liðskiparin, John Terry, hevur skrivað undir ein eittára sáttmála, sum varir til 2015.

 

Tað veit BBC Sports at siga.

 

33 ára gamli verjuleikarin, sum debuteraði í 1998, kom til felagið sum ungdómsleikari frá West Ham.

 

Galdandi sáttmáli millum Terry og Chelsea gekk út í summar.

 

- Eg eri sera fegin um at hava longt sáttmálan við Chelsea sum merkir, at eg gangi inn í 20. árið sum Chelsea spælari, sigur John Terry.

 

- Eg ynski at takka viðhaldsfólkinum og felagnum fyri teirra áhaldandi stuðul, og venjaranum (Jose Mourinho), sum var alt avgerandi fyri meg í farna kappingarári, sigur John Terry.