Eftir teir seks dystirnar í kvøld var lutakast til áttandaparts finalurnar í lítlu steypakappingini í Onglandi, sum nú kallast Capital One Cup. Og tað lagaði tað soleiðis, at Chelsea skal møta Manchester United á Stamford Bridge.
Arsenal hevði í kvøld lætt spæl móti Coventry, sum mátti til húsa aftur við einum 1-6 tapi. Men stóri dysturin í kvøld var Manhester United móti Newcastle. Og hóast bæði liðini ikki stillaðu við sterkastu manning, og heimaliðið hevði unga og ókenda verju, vunnu teir reyðu 2-1 við málum frá Anderson(myndin) og Cleverly.
Tottenham vann eisini lætt á útivølli móti Carlisle 3-0, meðan Liverpool hálaði ein sigur í land á útivølli móti WBA. Sahin skoraði bæði málini fyri Liverpool í einum 2-1 sigri.
Norwich vann 1-0 móti Doncaster á heimavølli, meðan Reading sigraði 3-2 á útivølli móti QPR.
Lutakastið til áttandapartsfinalurnar fall soleiðis:
Sunderland-Middlesbrough
Swindon-Aston Villa
Wigan-Bradford
Leeds-Southampton
Norwich-Tottenham
Liverpool-Swansea
Chelsea-Manchester United
Reading-Arsenal