Chelsea og Arsenal tóku av

Londonliðini gagnnýttu ósigrarnar hjá kappingarneytunum og fluttu hvør sítt pláss upp á stigatalvuni

PREMIER LEAGUE

 

Chelsea tók ímóti Manchester City á Stamford Bridge í einum dysti, sum var eyknevndur »uppgerðin hjá millióningunum«. Chelsea hevur tó eina munandi størri kontu, tá talan er um stig, og tann munurin øktist enn meiri, tí London-liðið vann uppgerðina við einum máli ímóti ongum.

Chelsea byrjaði væl, og hevði bóltin í City-netinum beinavegin, men málið var kolldømt, orsakað av rangstøðu.

Men eitt korter seinni fall málið, sum var nóg mikið hjá Chelsea til at vinna dystin. Frank Lampard sendi eitt fríspark væl innfyri, og ghanesiski framherjin, Michael Essien, fluktaði bóltin í málið hjá Shay Given.

Restina av dystinum var tað Chelsea, sum hevði teir stóru málmøguleikarnar, men Manchester City slapp væl við 1-0.

 

Arsenal er komið í gongd

Arsenal er komið fyri seg síðstu umførini, eftir at málturkur hevur darvað The Gunners í oddastríðnum. Nú er gongd komin á, og móti Blackburn leygardagin líkaði tað heimafólkinum, at Andrej Arshavin longu í øðrum minutti trýsti fyrsta málið ígjøgnum – sjálvt um Andre Ooijer hjá Blackburn helst fær tað við í síni hagtøl sum sjálvmál.

Eftir hetta megnaði Blackburn tó at halda málið reint í yvir ein tíma, áðrenn tað skrædnaði. Tá 65 minuttir vóru farnir, gjørdi Andrej Arshavin tað til 2-0 – hesa ferð uttan iva um málskjúttan – og Emmanuel Eboue staðfesti sigurin hjá Arsenal við tveimum málum ímóti dystarenda, tað seinna við brotssparki.