Dramatikkurin var øgiligur, tá ið Barcelona í kvøld spældi seg í finaluna í Champions League. Dysturin ímóti Chelsea í London endaði 1-1, og tað var nóg mikið hjá Barcelona.
Chelsea legði seg á odda tíðliga í dystinum við dundurskoti frá Mikael Essien, og Barcelona hevði stórar trupulleikar at skapa kjansir. Í yvirtíðini sendi Andres Iniesta eitt langskot í málið, og so var Barcelona í finaluni.
Chelsea-spælararnir vildu fleiri ferðir hava norska dómaran at døma brotsspark, men hann var ikki samdur.
Eftir dystin vóru Chelsea-spælararnir í øðini, og tað var líka við, at teir lupu á dómaran. Didier Drogba var mest sum frá sær sjálvum, og fleiri vaktarfólk máttu at enda halda honum burturi frá dómaranum.
Eisini venjarin hjá Chelsea var vónbrotin av dómaraavrikinum.
- Vit skuldu havt økt um leiðsluna, tá vit høvdu kjansin, men tað ber ikki til at fjala út yvir, at vit halda tað vera órættvíst, at vit ikki fingu minst eitt brotsspark, segði Guus Hiddink við SkySports eftir dystin.
Barcelona skal spæla finalu í Champions League ímóti Manchester United í Rom tann 27. mai.