Tvær 1/8 finalur verða í Champions League í kvøld. Chelsea, sum má verða John Terry fyriuttan, er á vitjan hjá Napoli. Í Moskova tekur CSKA Moskova ímóti Real Madrid í bítandi kulda.
Chelsea venjarin, Andre Villas-Boas, er undir stórum trýsti í løtuni, tí úrslitini ikki eru nógv góð. Hóast hann sjálvur avsannar, at úrslitið í kvøld hevur nakra ávirkan á støðuna hjá honum, so vilja bæði viðmerkjarar og fjølmiðlar verða við, at kemur Chelsea ikki víðari, so verður 34-ára gamli venjari koyrdur.
Liðskiparin hjá Chelsea, miðverjin John Terry, vandi í gjár og ætlaði sær at spæla í kvøld, men skaðin, ið hann hevur drigist við í knænum í eina tíð, argar hann framvegis so illa, at hann má undir skurð. Chelsea verður tí uttan liðskiparan komandi seks vikurnar.
Í hini 1/8 finluni í dag tekur CSKA Moskova ímóti Real Madrid í bítandi kulda í russiska høvðusstaðnum. Veðurfrøðingar hava ávara um kulda heilt niður í minus 15 stig. Dysturin verður spældur á graslíki og byrjaði longu klokkan 17:00.
Talan er í báðum førum um fyrru 1/8 finaluna.
Champions League 1/8:
21/2:
CSKA Moskova Real Madrid (17:00)
Napoli Chelsea (19:45)
22/2:
FC Basel Bayern Munchen (19:45)
Marseille Inter Milan (19:45)
15/2(Spælt í farnu viku):
Zenit Benfica 3-2
0-1 Maxi Pereira, 20
1-1 Roman Shirokov, 27
2-1 Sergei Semak, 71
2-2 Oscar Cardozo, 87
3-2 Roman Shirokov, 88
AC Milan Arsenal 4-0
1-0 Kevin-Prince Boateng, 15
2-0 Robinho, 38
3-0 Robinho, 49
4-0 Zlatan Ibrahimovic, 79 br
14/2:
Bayern Leverkusen Barcelona 1-3
0-1 Alexis Sanchez, 41
1-1 Michal Kadlec, 52
1-2 Alexis Sanchez, 55
1-3 Lionel Messi, 88
Lyon Apoel Nicosia 1-0
1-0 Alexandre Lacazette, 58