Tað er bara eitt lið í søguni, ið hevur vunnið allar kappingarnar hjá UEFA fyri felagslið, og tað er Chelsea.
Chelsea vann við einum ótrúliga góðum avriki í seinna hálvleiki stórsigur 4-1 á Betis Sevilla í Conference League finaluni á Tarczynski Arena leikvøllinum í Wroclaw í Póllandi.
Tað var annars Betis sum var á odda 1-0 í steðginum. Men millum 65. minutt og 90. minutt vendi Chelsea øllum á høvdi við fýra málum. Miðvallarin, Cole Palmer var serliga eyðsýndur. Hann legði eisini upp til tvey tey fyrstu málini hjá Chelsea. Chelsea hevði tað mesta av spælinum, og teir høvdu eisini væl fleiri royndir á málið enn Betis, og tí var talan um ein fult uppibornan sigur.
Betis-Chelsea 1-4 (1-0)
1-0 Abde Ezzalzouli ('9 )
1-1 Enzo Fernandez ('65 )
1-2 Nicolas Jackson ('70 )
1-3 Jadon Sancho ('83 )
1-4 Moises Caicedo ('90 )
Chelsea er sostatt einasta liðið, ið hevur vunnið bæði Champions League, Europa League, Conference League, Cup Winners Cup, UEFA Super Cup, og FIFA Club World Cup. Harumframt knógvaðu teir bláu úr London eisini einum plássi í Champions League, har lokalu kappingarneytarnir Tottenham og Arsenal eisini vera at finna komandi kappingarár.